Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað kom sum ein skelkur, tá tíðindini bórust um grovan harðskap í Klaksvík stutt fyri mánaðarskiftið. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Vandamikið at fara í býin í Klaksvík?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.07.2021 - 14:42 Leiðarin Tíðindi

Tað kom sum ein skelkur, tá vit síðst í juni frættu, at ein maður varð vorðin avbukaður í Klaksvík. Ikki tí at onki harðskapsmál hevur verið fyrr, men hetta varð harðskapur av grovum slagi, og eftir nógvum at døma var talan um ómotiverað vold, har fýra ungir menn bukaðu ein eitt sindur eldri mann, ið ikki kendi nakran av teimum fýra, so illa, at sum skilst hevur hann brotið aðra síðuna og fingið aðrar snuddir.

Eftir tí, sum er komið fram í málinum, at døma, hevur onkur av gerningsmonnunum møguliga staðið og tikið illgerðina upp á video við fartelefon, og eru fýra fartelefonir nú konfiskeraðar. Politiið sigur, at er tilburðurin veruliga tikin upp á video, og tað er ein av teimum fýra álopsmonnunum, ið hevur tikið hann upp, so er talan um skerpandi umstøður.

Sum skilst kendi tann avbardi ongan av teimum fýra, ið lupu á seg. Hetta er eyka óhugnaligt, tí tað peikar á, at talan var um ómotiveraðan harðskap. Løgreglan kendi teir tó, og nú eru teir skuldsettir í málinum. Avbardi maðurin hevur verið hjá lækna, og skal aftur til lækna fyri at fáa staðfest skaðarnar, hann fekk undir álopinum. Hetta fyri at tryggja prógvini, ið brúkast skulu í málinum ímóti teimum ákærdu.

Her er neyðugt, at løgreglan slær hart niður. Tað kann ikki vera so, at man skal ganga í ótta á gøtunum í Klaksvík, har man óttast, at brádliga leypa fleiri ungir mans undan einum húsaveggi og buka seg av.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna