Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bláa Bylgjan ætlar at gera nógv burturúr hóskvøldið, og heitir tí á fólk, ið hava lænt fløgg frá bylgjuni, um at bera tey aftur. | Mynd: Bláa Bylgjan.

Bláa Bylgjan saknar fløgg

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.07.2021 - 19:07 Ítrottur Merkisdagar & Kunngerðir

Í sambandi við europeiska dystin ímóti Rigas Futbola Skola, ið verður hóskvøldið, sóknast umboð fyri Bláu Bylgju eftir fløggum, ið eru lænt frá fjepparafelagnum. Vegna drotningavitjanina fær Klaksvíkar Kommuna ikki gjørt tað stóra burturúr dystinum – tað strekkir orkan ikki til – og tí verður heitt á privatpersónar, ið hava lænt fløgg frá Bláu Bylgjuni, um at bera tey aftur, so flaggast kann við manér hóskvøldið.

Eftirlýsingin liggur á Facebook, og har verður víst til KÍ-shoppina á internetinum, men har eru heldur ongi fløgg at finna. Hetta hóast onkur skrivar, at øll “accessories” (tørvur er helst á frægari føroyskum orði), ið hava KÍ-logo’ið á, eftir røttum áttu at verið seld í KÍ-shoppini eisini.

Víst verður á, at í sambandi við Føroyaleikir standa framvegis nógvar flaggstengur uppi, og ætlanin er at hava tær uppi til dystin ímóti lettiska felagnum. Tað eru tvey sløg av fløggum, sum Bláa Bylgjan saknar; annað slagið hevur KÍ-búmerkið á, meðan hitt slagið hevur búmerkið hjá Bláu Bylgjuni á.

Við hesum er áheitanin um at bera lænt fløgg aftur til Bláu Bylgjuna farin víðari.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett