Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Telepvarpið (Skíggjamynd)

Deyðbóltsserfrøðingar sendu KÍ út úr Conference League

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.07.2021 - 22:56 Ítrottur Tíðindi

RFS avgjørdi í longdu leiktíðini við deyðbólti, sum liðið skoraði trý av fýra málum uppá.

Deyðbóltsundirhald

Í fyrra hálvleiki komu fimm mál. RFS fekk bestu byrjanina og skoraði eftir hornasparksinnlegg. KÍ javnaði við máli frá Odmar Færø eftir frísparksinnlegg. RFS økti eftir frísparksinnlegg og so økti RFS, tá KÍ ikki fekk ruddað burtur. 3-1 sá út til at halda til hálvleik, men í síðsta álopinum sendi Árni Frederiksberg, sum eisini legði upp til fyrra málið, gott frísparksinnlegg til Deni Pavlovic, sum skoraði enn eitt Evropamál fyri KÍ. Ein hendingarríkur fyrri hálvleikur, har KÍ leikliga var væl við, men har RFS vísti seg at vera effktivt. Bæði liðini vístu øgiliga styrki í deyðbóltum, har RFS hevði nógvar høgar leikarar, meðan KÍ dugdi at finna plássini. KÍ spældi eystureftir í fyrra hálvleiki og í mun til heimligu kappingina, so eru allir áskoðarar á hesi síðuni til altjóða dystir.

 

Broyttur seinni hálvleikur

Í seinna hálvleiki kom einki mál, og har hendi ikki tað stóra. Liðini vóru at síggja til nøgd við støðuna, nú tað var javnleikur samanlagt. Í spæli var KÍ kanska omaná, men talan var um ein javnan dyst.

 


Deyðbóltur avgjørdi eisini

Í longdu leiktíðini bleiv talan um meira undirhaldandi dyst aftur, har KÍ tók yvir og hevði nakrar vandamiklar málroyndir. Men tað var RFS sum gekk málið og ikki óvæntað uppá ein deyðbólt. RFS fekk fríspark og uppá innleggið endaði tað við, at teir skoraðu við aftaru stong. Móti endanum av dystinum fekk KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, beinleiðis reytt kort fyri at vísa sína ónøgd.

Sostatt endaði fyrsti dysturin hjá KÍ á heimavølli í Evropakapping við einum tapi bæði í vanligu leiktiðini og samanlagt. Leikliga stóð KÍ einki aftanfyri og var kanska betra liðið, um hugt verður eftir málmøguleikum gjøgnum allan dystin. Men málini telja, og har megnaði KÍ ikki at fáa tamarhald á høgu leikarunum hjá RFS, sum skoraðu trý av sínum fýra málum uppá, at teir vóru sterkari við deyðbóltsstøðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík