Lýsing
Lýsing
Lýsing

Premiera á Eðge í dag

SKRIVAÐ: Tekst og mydir: Dávur Winther  |  17.07.2021 - 21:02 Mentan Tíðindi

Í søguligu og prýðiligu bygdini, Mikladalur - á Eðge, hevði Jógvan Sámal Heldarskarð boðið til ein serstakan leik: “Kópakonan í øðrvísi hami”.

Tað, var talan um frumpremieru fyri innbodnum. Eyð Matras hevði sett saman og framførdi ein ógvurliga trúgvan monolog ella einrøðuleik um Kópakonuna og hennar annars so kendu søgu. Tó hevði hon flættað nakað uppí, um hvsussu líknandi søgur eru víða um í londum, har tilknýtið til sjógvin er eins nógv og okkara - tó at moralurin brýtur nakað frá við hvørt í okkara grannaøkjum.

Eyð er ógvuliga nærløgd og dugur at binda lurtara og hyggjaran. Hon hevði eisini gjørt eitt heppið samstarv við Magna Husgaard, sum spældi á ymisk ljóðføri og við frálíkum effektum undirbygdi hann frásøgurnar væl, og tú fekk eina triðju dimensión við, sum kæddi leikinum væl – Frálíkt!

EÐGE
Jógvan Sámal Heldarskarð hevur í nøkur ár smíðið um uppá pakkhúsið niðri á bakkanum – Niðri á eggini, áðrenn tú fert omanav til Kópakonuna. Hetta er eitt gamalt saltfiskahús, sum hann hevur grivið niður, so tað fellur væl í lendið.

Í erva hava eisini nógvir bátar verðið bygdir gjørgnum tíðirnar. Jógvan Sámal hevur sett ein hálvan trimpul á – og við stórum flottum kvistum og svalum uttaná, hevur tú heimsins besta útsýni yvir eitt maistetiskt lendi í grannalagnum og so sjálvandi Kópakonuna eisini.

Endamálið við húsinum er at skipa fyri ymsum mentanarligum tiltøkum, kvøldsetum og hugnaløtum – so sum henda framúr leikin um Kópakonuna.

Konan, Sigrun og døtrarnar eru eisini uppí og hjálpa til. So her er talan um eina familiufyritøku, sum í kvøld rættiliga vísti hvør dugur er í. Tað skilst at døtrarnar hava skotið serstaka navnið upp; Eðde.

Nógv gott til góman
Tá ið vit komu um trýtíðina, blivu vit boðin til heimagjørda rabarbusaft og nakara vælsmakkandi keksabitar við serstøkum viðskera á.

Síðani fóru við niðurundir í snøggan kjallara, har tað kundu sita um 30 fólk, har framførslan so var um Kópakonuni. Eftir leikin varð boðin ein serstakliga góð suppa í erva, desert og kaffi – Framúr!

Ætlanin er at sýna leikin nakra ferðir í summa, sum helst ber til at kunna seg um á Kunningarstovuni og á Eðde á FaceBook.

Stuttligt at eitt so væl frágingið hús er í søguligu bygdini, Mikladalur og kann hýsa slíkum tiltøkum.

Sam var eitt sindur skerdur, nú hann kom frá klassing - Sam hevur fyrr kunnað tikið 17 bilar, men at trygdarávur, eru bert tvær breitir merktar upp, so hann nú ikki tekur meir enn 12 bilar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur