Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen/ki.fo

Nógv lægsta inntøkan hjá KÍ síðani 2017

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.07.2021 - 17:14 Ítrottur Tíðindi

At KÍ ikki kom víðari í Evropakapping fyri fyrstu ferð síðani 2017 sást aftur í inntøkunum frá UEFA.

 

Fyri feløgini sum ikki vinna føroyameistaraheitið, so hevur tað stóran týdning at koma víðari í Evropakappingunum. Tað hevur KÍ megnað árini 2018-2020. Men í 2021 megnaði KÍ ikki at spæla seg víðari og tað sást aftur í inntøkunum. 2021 fer bara at geva KÍ eina inntøku á 1,8 mió frá UEFA. Tá kann leggjast afturat, at krøv eru til feløgini um at hava leiguflogfar til útidystin vegna koronustøðuna og bara flogútreiðslan kostaði sum skilst yvir 400.000 kr. Í fjør gav UEFA stuðul til leiguflogfar, men tað gevur UEFA ikki í ár. 

Tá vit hyggja eftir inntøkunum, so síggja vit, hvussu stórur munur er á at luttaka í Champions League (2020) og so í hinum kappingunum, tá man ikki kemur víðari. Fyri ein meistara er minsta inntøkan 6 milliónir, meðan minsta inntøkan fyri hini er áleið 1,8 mió. 

 

UEFA-inntøkur hjá KÍ síðani KÍ byrjaði at spæla regluliga í UEFA-kappingum á hesum sinni í 2017:

2021: 1,8 mió

2020: 11,1 mió

2019: 5,4 mió

2018: 3,5 mió

2017: 1,6 mió

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett