Lýsing
Lýsing
Lýsing

Leikur og leskiligur biti á Eðge í  Mikladali

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.07.2021 - 19:02 Mentan Tíðindi

Komið og njótið blíðskapin á Eðge í Mikladali í summar. Fá eina heildaruppliving, stórsligna náttúru, leskiligt ábit og leik um kópakonuna. Til ber at spáka sær ein túr oman á helluna at síggja standmyndina av kópakonuni, - rúnarbundin til ævigar tíðir.

Eðge er gamalt pakkhús, sum er bygt um til Kafe. Í kjallaranum er hugnaligt rúm, har leikurin verður framførdur. Pláss er fyri 30 áskoðarum.

 

Kópakonan – í øðrum hami.

Vit kenna øll søgnina um kópakonuna í Mikladali, vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin. Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við eskimoiskum ísletti. Alt knýtt samn við stemningsfullum tónleiki. Leiktíð uml. 45. minuttir.    

Handrit og leikari: Eyð Matras

Tónleikur og tónleikari: Magni HUsgaard

Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir .

 

Busssambandið er gott, so ikki er neyðugt at hava bil við í oynna.

Prísurin pr. persón er 495kr og við í prísinum fært tú leskiligt ábit, áðrenn sýningina og suppu og dessert aftana sýningina.

Aldursmarkið er 10 ár.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París