Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Magnus Norðberg kann taka bæði metini á Klaksvíkingi einsamallur

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.07.2021 - 22:02 Ítrottur Tíðindi

Fær Klaksvíkingur ikki reytt kort á nakrari á teimum báðum síðstu stevnunum í ár, so vinnur hann føroyameistaraheitið.

Tað eru bara tríggir bátar við í 10-mannaførunum í 2021. Koma aðrir við síðstu stevnurnar, so luttaka teir bara sum gestir og kunnu ikki fáa stig. Klaksvíkingur hevur vunnið fimm tær fyrstu stevnurnar, er fimm stig fremst, og tað merkir, at Klaksvíkingur verður mest sannlíkt føroyameistari, um hann í minsta lagi fær 3. pláss á báðum teimum síðstu stevnunum. Tað einasta sum kann forða nú er, um Klaksvíkingur fær reytt kort á nakrari stevnu, tí hendir tað, so fær hann einki stig tann FM-róðurin.

 


Magnus Norðberg kann fáa bæði metini einsamallur

Klaksvíkingur er mest vinnandi bátur hjá 10-mannaførum síðstu 15 árini við sjey føroyameistaraheitum. Í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013, 2015 og 2017. Magnus Norðberg var við í teimum øllum uttan í 2017, tá tað var ein yngri manning, sum luttók í 10-mannaførum fyri fyrstu ferð.

Fýra rógvarar eru javnir við seks meistaraheitum, meðan ein hevur vunnið fimm. Merkisvert er, at av hesum fimm, ið hava vunnið mest við Klaksvíkingi, so rógva fýra við 10-mannaførum í ár. Tveir við Klaksvíkingi, Magnus Norðberg og Jákup Hansen, og tveir við Orminum Langa, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Janus Dam-Jacobsen.

 

Føroyameistaraheitir við Klaksvíkingi, topp 5:

6: Magnus Norðberg, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Janus Dam-Jacobsen, Jón Syderbø

5: Jákup Hansen

 


Tað merkir, at Magnus Norðberg kann taka metið einsamallur sum mest vinnandi við Klaksvíkingi, meðan Jákup Hansen kann koma undir liðina á hinum trimum.

 


Kann koma uppá 40 sigrar við Klaksvíkingi

Frammanundan hevur Magnus Norðberg einsamallur metið fyri sigrar(FM-stevnur) við Klaksvíkingi. Topp 5 sær soleiðis út fyri sigrar:

38: Magnus Norðberg

31: Janus Dam-Jacobsen

26: Svein Rógvi Nielsen Ljósstein

24: Jón Syderbø

22: Jákup Hansen

Tvær stevnur eru eftir og vinnur Klaksvíkingur tær, so kemur Magnus Norðberg uppá 40 sigrar við Klaksvíkingi.

 


Leygardagin verður norðoyastevnuróður í Klaksvík og 28. juli verður ólavsøkuróðurin.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði
Tey venja leik í Spinnarínum
Innangarðsútskiftingin í Haraldssundi
Heðin og Fríða vitja Norðlýsið
Starvs­fólk til Blómugarð á Húsum
Vísindavøka á ferð á Sørvágs Bókasavni í…
Ólógligar loyndar sjúkuskráir – amboð a…
Stradivarius í Løkshøll og Hátún
Drama í Sambands­flokki­num
Fríði Sigurðsson settur sum nýggjur stjó…
Eldri systkin vísa veg – byrja dagin við…
Ein túrur á seiðabergi
Send okkum gjarna tíni hugskot!
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag