Lýsing
Lýsing
Tá Føroyar fara á vøllin ímóti Ísrael, Moldova og Danmark, vera bara heilt fáir leikarar úr oddaliðnum í føroyskum fótbólti við. | Mynd: Firstsportz.

Eru Føroyar fótbólts-Jante?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2021 - 21:15 Ítrottur Leiðarin

Vit eru heilt mong, ið undrast yvir landsliðsúttøkuna til komandi avbjóðingarnar hjá Føroyum móti Ísrael, Danmark og Moldova. Hví er oddaliðið í føroyskum fótbólti so fáment umboðað á føroyska landsliðnum?

Í lítla býnum Jante var ein óskrivað lóg við 11 greinum. Fyrsta greinin var tann mest sigandi: ”Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað”. Tann sjeynda lógargreinin er eisini verd at taka fram í hesum høpi: ”Tú skalt ikki halda, at tú ert góður til nakað”. Hendan ímyndaða bygdin lá sambært Aksel Sandemose í Danmark, men tá tað kemur til fótbólt, kundi hann eins væl skrivað ein 2’ara, ið var staðsettur í Føroyum.

Liðið, ið liggur langt fremst á stigatalvuni í landsliðskappingini, og sum hevur skotið 78 mál higartil (næstan 4 mál pr. dyst!) verður als ikki tikið í betraktning í álopspartinum hjá landsliðsvenjaranum, Håkan Ericsson. Í staðin verður stillað við einum leikara úr hvørjari av næstbestu deildunum í Noreg, Eysturríki og Belgia, og so gomlum kenningum úr NSÍ og Víkingi.

Á miðvøllinum er gamaní ein einstakur KÍ leikari tikin við, ið er liðskiparin hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen. Men hvar eru stórtalent sum Jóannes Kalsø Danielsen og Jóannes Bjartalíð á miðvøllinum ella Páll Klettskarð í álopinum? Rætt skal tó vera rætt, at í verjupartinum síggjast navnframir KÍ’arar sum Odmar Færø og Heini Vatnsdal, men teir høvdu báðir meira ella minni vunnið sær fast pláss á landsliðnum, áðrenn teir komu til KÍ, og kunnu tí ikki takast sum nøkur ábending um, at landsliðsvenjarin í heila tikið hevur hugt at KÍ í ár.

Besti málverjin í Føroyum er somuleiðis ein KÍ’ari, Mathias Rosenørn, ið hevur verið heilt ótrúligur í málinum. Stigatalvan talar eisini sítt týðiliga mál – hann hevur bert latið 6 mál inn hetta kappingarárið, og KÍ er væl á veg at taka metið fyri fægst skorað mál í einum kappingarári, ið frammanundan stendur á 17 (!). Hetta er fyrst og fremst Mathiasi fyri at takka, umframt sjálvandi góðu áður nevndu verjuni. Gamaní er hann dani av uppruna, men á Faroesoccer síggja vit fleiri ”Dani, men føroyingur í fótbóltshøpi”, so tað er ikki ókent.

Herfyri kom so eitt avboð, har tað var upplagt at seta miðvallaran Jóannes Kalsø Danielsen inn. Men nei, í staðin fær tann minni royndi Hørður Askham plássið. Hann hevur spælt 2 dystir, meðan tann trý ár yngri Jóannes K. Danielsen hevur spælt 9 dystir og skorað eitt mál. Hetta er ikki fyri at taka nakað frá Hørði, men tað er framvegis ein kelda til undran, at landsliðsvenjarin sær burtur frá KÍ, tá landsliðið skal úttakast, gomlu kenningarnir undantiknir.

Tí sita vit eftir við kensluni, at Jantelógin er galdandi fyri føroyska landsliðið. Bara tí tú hevur skarað framúr í oddinum á føroyskum fótbólti, skalt tú ikki rokna við, at tú verður tikin við í yvirvejilsini hjá landsliðsvenjaranum. Tó fært tú fyrimun, um tú spælir uttanlands, uttan mun á hvørjum støði. Hetta er Aksel Sandemose kombineraður við George Orwell. Allir skulu hava sama kjans, og ongin er betur enn nakar annar – men tó eru nakrir meira líka enn aðrir.

Vit ynskja sjálvsagt føroyska landsliðnum alt tað besta, men vit loyva okkum at undrast yvir, at tað at vera suverent á odda í heimligu føroysku deildini onki skal hava at siga fyri landsliðsvenjaran.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seyða­sýningin fyri Borðoynna 2021 útsett…
Stórar tunnilsverkætla­nir elva til stóra…
Theodor H. Sólbjørg 80 ár
Títlingur lítli
Nýtt lag frá I AM
Tummas: Vit fara á fund seinnapartin
Ránsætlan Fólka­floksins
Gev okkum eina Bíbil
Fráboðan
Tiltakið útsett - 100 ára minnisløta fyr…
Áheitan frá Team Klaksvík
Korona órógvar lands­kappingina
Høgni Mohr við bókaútgávu
Borgar­stjó­rin: - Støðan er undir kontrol…
Samhaldsfesti heldur enn Tunnilsfesti
Fimleikafagnaðu­rin útsettur
Asfalts­arbeiðið á Klaksvíksvegnum
Heimaflotin og búskapar­frøðingurin
Lands­læknin: Smittutøl­ini helst yvir 100
Støða verður tikin um ársveitsluna mikud…