Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska koronupassið klárt mánadagin

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  10.09.2021 - 21:39 Tíðindaskriv

Mánadagin fer at bera til at taka niður føroyska koronupassið á telefonina. Føroyska talgilda koronapassið verður lætt og ókeypis hjá øllum við føroyskum p-tali at fáa sær. Tú fært koronupassið á corona.fo.

Koronupassið vísir upplýsingar um koppsetingar og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

Føroyska koronupassið er enn ikki endaliga góðkent í ES, men Sjúkrahúsverkið hevur fingið at vita, at góðkenningin kemur í næstu viku. Tí kunnu fólk enn ikki brúka koronapassið, tá ið tey ferðast millum lond. Boðað verður alment frá, tá endaliga góðkenningin frá ES er komin.

 

Samleikin er lykilin til koronapassið

Neyðugt er at hava Samleikan hjá Talgildu Føroyum fyri at brúka koronapassið. Samleikin er lykilin, sum tryggjar, at tú fært atgongd til koronapassið í telefonini, soleiðis at tú kanst vísa tað fram, har tað er neyðugt.

 


Fakta um koronapass

Talgilda koronapassið er ein felags evropeisk loysn, ið skjalprógvar, at borgari er koppsettur, tá ferðast verður í ES og Schengen londum.
Koronapassið kann takast niður á fartelefonina, sum tú hevur við tær uttanlands.
Til ber at rita inn á títt koronapass við at brúka Samleikan sum lykil.
Ein QR kota lesur inn upplýsingar um tína koppseting og koronukanning, sum tú kanst vísa fram, tá ferðast verður um landamørk.
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hevur tú nakað upp á hjarta – og hug at…
SST kapping á Viðareiði
Dystarfrásøgn: Meistaradeildin kvinnur K…
Jú, lægri bensinprísir hjálpa eisini ver…
Baldursbráð verður útbygd
Konsertrøð við sello og klaver
Virkið Vár: Hugleiðing og vakrir tónar í…
Virkið Vár: Ein glaður hundur er ein væl…
Virkið Vár: Ullakvøld í Spinnarínum
Myndarøð: KÍ kvinnur vunnu stórsigur á B…
Swim Open Tórshavn: Ægir átti besta svim…
Myndarøð: Hamskift KÍ-lið vann sannføran…
Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival
Veðrið í vikuni
Bjørk Nolsøe Isaksen vunnið DM í flogból…
Borg keypir Sandavágs Timburhandil
Kvøldskúla­framsýningin sunnudagin
Upptakt: HB-KÍ
Tá vit ganga ella súkkla hava vit betri…
Myndarøð: Flaggdagshald í fagrasta veðri