Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórsigur til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  12.09.2021 - 19:42 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Ikki kann sigast annað enn, at kvinnurnar hjá Stjørnuni fingu eina góða byrjan uppá kappingarárið, tá tær í dag á heimavølli vunnu stórsigur á VB. Úrslitið gjørdist 35-17 til heimaliðið.

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Tá 10 min. vóru leiktir, var støðan 6-1 til Stjørnuna, og VB  megnaði ongantíð at svara aftur. Sum fyrri hálvleikur leið, øktist leiðslan hjá heimaliðnum støðugt. Hálvleiksstøðan var 18-5 til Stjørnuna, og dysturin var í verunleikanum avgjørdur.

 Heldur javnari gekk á í seinna hálvleiki, men VB megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum. Venjarin hjá Stjørnuni nýtti eisini møguleikan at skifta nógv út, soleiðis at flestu leikarnir fingu rímiliga spælitíð. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 35-17 sigur til Stjørnuna.

Á spælinum í dag sást, at Stjørnan hevur eitt rættliga spennandi lið, við fleiri góðum leikarum á øllum plássum. Sum vit hava nevnt áður, so hevur Stjørnan fingið tilgongd av fleiri góðum royndum leikarum, og saman við ungu evnaríku leikarum gevur hetta eina góða blanding. 

Ein av nýggju leikarnum, sum er komin til felagið, er stóri og sterki danski strikuspælarin Malene Madsen. Orsaka av, at spæliloyvið hjá henni ikki er komið uppá pláss, var hon ikki við í dag. 

Vegna knæskaða stóð grønlendsa Rina Møller Lorentsen ikki í málinum hjá Stjørnuni  í dag. Stjørnan gjørdi í seinastu viku avtalu við Teresu Mariu Ejdesgaard, sum áður hevur leikt við StÍF og EB, um at traðka til, og hon kom væl frá uppgávuni.

Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag gjørdu: Julia Nalviko 8, Durita C. Jojic 7, Katrin Bertholsen 5, Jancy H. Jacobsen 4, Tóra Elisen 4, Mina Sirdal Henriksen 3, Joan Sørensen 2, og Sonja Sirdal á Bergi og Oddvør Josephsen hvør sítt.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…
Tøkk - Sigrid Henrikka Margrethe Sofie G…
SU: Mor er ikke sur, mor er skuffet
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…