Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkatingslimir á vitjan

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  14.09.2021 - 11:03 Tíðindi

Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan. Í dag var Karl H. Johansen, borgarstjóri, vertur fyri teimum í Klaksvík. Endamálið við ferðini er at kunna seg um Føroyar og føroysk viðurskiftir.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har tey fingu eina framløgu um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um fólkavøkstur, um íløgur og hvørjar avbjóðingar kommuna hevði.

Fólkatingslimirnir vóru síðan at vitja Christianskirkjuna, har Hanus á Gørðum, prestur, tók í móti teimum. Seinni í dag skulu tey vitja útibarnagarðin, Fjallafípuna, sum er eitt serligt tilboð til 6 ára gomul børn, aðrenn tey fara í skúla. Seinnapartin skulu donsku gestirnir vitja ítróttarøkið, aðrenn tey fáa eina rundsýning á kósavirkinum. Ferðalagið telur í alt 14 fólk.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu