Lýsing
Lýsing
Lýsing

Arbeitt verður við bústaði til 44 arbeiðsfólk

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  15.09.2021 - 17:29 Tíðindi

Í sambandi við at arbeiðið við tunlunum ”norður um fjall” nú fer í gongd, so hevur Articon vent sær til kommununa um at útvega eitt øki á 2000 fermetrar, har ein sokallaður skúrbýur skal hýsa arbeiðsfólkum, meðan arbeiðið er í gongd.

Samskift hevur verið við Articon um, at økið norðan fyri Valrætt kann nýtast til endamálið.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at kommunan arbeiðir í løtuni við eini aðrari ætlan fyri økið norðan fyri Valrætt, sum seinni skal viðgerast í nevndum og býráði. Við ætlanini hjá Articon ber til at gagnnýta økið, meðan arbeitt verður við ætlanunum hjá býráðnum.  

Sambært samferðsluætlanini hjá Landsverki byrjar arbeiðið, at fremja umkoyringarvegin undir Kjøli, ikki fyrr enn í 2026. Linjuføringin fer ígjøgnum økið norðan fyri Vælrætt, har ætlanin var at byggja ein barnaansingarstovn. Leiguavtalan við Articon skuldi tí ikki órógva møguligar ætlanir hjá kommununi, men gevur høvi at arbeiða við einari skipan av økinum, sum tekur hædd fyri landsvegi og nýbygging í økinum norðan fyri Valrætt.

Articon stendur fyri øllum arbeiðinum at gera klárt, og skal skipa grevstur og planering, soleiðis at hædd verður tikin fyri framtíðar nýtslu av økinum.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at málið um skúrbýin verður lagt fyri á komandi býráðsfundi, og at undirtøka er fyri málinum. Umsitingin hevur útskrivað graviloyvið, soleiðis, at Articon beinanvegin kann fara undir fyrstu fyrireikingarnar. Tað verður tó ikki fyrr enn eftir býráðsfundin, at skúrbýurin veruliga byrjar at taka skap.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra