Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pomek reisigildi

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  30.09.2021 - 17:01 Tíðindi Vinna

Sp/F Pomek, sum er ein maskinsmiða, uttast á vestara havnarlagi við 25 starvsfólkum, veitir tænastur til størri og smærri kundar, bátar, skip og virki.

Teir hava bygt afturat og voksið um bygningin við eini høgari høll, setta oman og niðan, so til ber at lyfta størri bátar inn.

Høllin, sum nú er reist í dag, er 13 metur høg, 34 metur long og vendir oman og niðan. Ein lyfta verður inni 11 x 18 metur og lyftir 200 tons, sigur Frithleif Olsen, stjóri.

Eftirspurningurin eins og bátarnir eru tó broytt seinnu árini til tað størra. Tí varð fyri tíð síðan tikið upp samband við býráðið um at fáa havnarlagið niðanfyri bygningin longt, samstundis sum loyvið var biðið um at byggja ein størri og hægri bygning í norðasta parti av verandi bygningi, so her kundi byggjast ein meira tíðarhóskandi høll.

Tað er Sp/f Byggiverkfrøði við Fróði Klein Sundsskarð, sum hevur projektarað og teknað, meðan Sp/f Norðhús stendur fyri um- og afturatbyggingini.

Tað eru Birgir Olsen, á Sp/f Pomek, sum saman við Fróði Klein Sundsskarð á Sp/f Byggiverkfrøði, hava projekterað bygningin, lyftuna og staðið fyri tí teknisku útgerðina til verkætlanina. Sp/f Rókin ger bryggjukant og siglingarrennuna til lyftuna.

Sandavágs Timburhandil er veitari av høllini, Sp/f Norðhús ger planeringsarbeiðið, fundamentir og setur høllina upp. El-fyritøkan Sp/f Fremja kemur ætlandi, at standa fyri el-arbeiðnum. Sp/f Mallco verður veitari av stóru og minnu hurðunum til bygningin, sigur Frithleif Olsen at enda.

Samanumtikið ein spennandi verkætlan, sum kemur at bøta munandi um hjá Sp/f Pomek, ið kann veita eina enn betri tænastu eftir um- og afturatbyggingina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík