Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkapensjón og aðrar veitingar hækka

SKRIVAÐ: Almannamálaráðið  |  01.10.2021 - 07:00 Politikkur Tíðindaskriv

Í uppskoti til fíggjarlóg fyri 2022, verða almannaveitingarnar hækkaðar við heili 2.05 %. Tað er fyrstu ferð síðani 2014, at javnað verður.

Hendan raðfesting hækkar, umframt einkjubarnastyrk, barnaískoyti, fólkapensjón og fyritíðarpensjón, eisini brennistuðul, barnagjaldið og ymisku veitingarnar, viðbøtunar og endurgjald.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fegnast almikið um, at hendan raðfesting hevur borið á mál.
 

Javningin ávirkar útgjaldið fyri flest allar almannaveitingar og pensjónir. Hækkingin svarar til árliga miðal lønarvøksturin og fer at vísa seg við einum munandi betri útgjaldi. Í krónum er talan um eina samlaða hækking uppá góðar 22 milliónir.

Sostatt verður hækkingin í almannaveitingunum hægri enn ásetta lønarhækkingin í 2022, sum er 1,25%.

Reglurnar um árliga javningarprosentið eru ásettar í løgtingslóg. nr. 64 frá 30. apríl 2018. Javnað verður árliga við miðal av lønarvøkstri og prísvøkstri. Er roknaða javningarprosentið hægri enn lønarhækkingin annars, so verður talið fyri lønarhækkingin nýtt. Tí er javningarprosentið  fyri komandi ár ásett til 2,05%.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bústaðir styrkja fíggjarliga grund­arlagi…
Forkanning um vitlíki handað lands­stýris…
Klaksvík fingið hvalir úr Vágunum
Veronika Petersen skúla­stjóri á Fossánes…
Skapa eitt listaverk
B36-KÍ verður leygar­dagin
Nýtt Smílibýli - Eystur­býu­rin er fyri mi…
ICES fundur á Havstovuni
Berint fekk 1.300 pund við snellu
Norð­oyastevnan stendur fyri durum
Kyn og samleiki í dag - hvat vita vit?
Norð­urlendska ráðharra­ráðið innan fiskiv…
Íðka mini HYROX
Smáskótadagur í Klaksvík
Felagsskapur, eldsálir og stór avrik í V…
Finn øll, 40 ár og eldri, sum hava Diabe…
Javnleikur í toppdysti
Ternan røkir Kalsoyar­leið­ina til 22. mai
Ársfrágreiðing frá Lands­banka­num 2025
Uttanríkis- og fiskimála­ráð­har­rin vitjað…