Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: KVF (Skíggjamynd)

Spældu við ein hálvleik móti Eysturríki

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  09.10.2021 - 21:49 Ítrottur Tíðindi

Í seinna hálvleiki var ikki spenningur um, hvør fór at vinna dystin. Í fyrra hálvleiki skaptu Føroyar nokk av møguleikum til at skora mál.

 


Komu til nógvar møguleikar

Í fyrra hálvleiki fingu føroysku áskoðararnir undirhald fyri allar pengarnar. Føroyska liðið tóktist hava funnið uppskriftina til at koma til málmøguleikar, viðhvørt við einføldum longum sendingum, har ein leikari vann luftnærdystin til ein leikara, sum fekk eina málroynd. René S. Joensen, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson høvdu allir góðar møguleikar, men inn fór bólturin ikki. Ístaðin kom Eysturríki á odda við einum vælspældum álopi, har Eysturríki spældi seg úr føroyska trýstinum og fangaði føroysku verjuna á skeiva beininum. Eysturríki hevði eisini onkrar aðrar góðar møguleikar og hevði kanska uppiborið leiðsluna, men Føroyar vóru væl við og skaptu nokk til at skora mál.

 


Skjótt mál drap dystin

Tíðliga í seinna hálvleiki bleiv 2-0 til Eysturríki. Ein langur bóltur bleiv sendur fram og so var føroyska verjuspælið ikki gott. Bólturin bleiv ikki ruddaður burtur og so slapp Eysturríkarin ov lætt til skot og umvegis eitt føroyskt bein endaði bólturin í málinum. Óheppið í skotinum, men føroyska verjuspælið áðrenn sjálvt skotið var ikki nøktandi. Hetta málið tók spenningin úr dystinum, tí seinna hálvleikur koyrdi nógv í tómgongd uttan at Føroyar megnaðu at skapa tað sama sum í fyrra hálvleiki. Innskiftu Hannes Agnarsson og John Frederiksen skapti onkra spenta støðu, men heilt stórir møguleikar komu ikki.

 

Samanlagt ein góður fyrri hálvleikur í álopspartinum, meðan tað í seinna hálvleiki bleiv ov stór mótbrekka til at føroyingarnir trúðu uppá at koma aftur í dystin. Týsdagin vitjar Skotland og tá kemur ein møguleiki at lyfta verjuspælið á eitt hægri stig, meðan uppgávan í álopspartinum verður at skapa tað sama sum í fyrra hálvleiki hendan dystin og taka av møguleikunum. Tó er eingin ivi um, at Skotland eins og Eysturríki er stórfavorittur at vinna tann dystin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Stóra valblaðið í gerð
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Klakkur inni við 310 tonsum
Brutu verkfalsrættin
Tvey feløg savnast á fyrsta sinni -Minst…
Arbeiðspláss skulu staðset­ast um allar F…
Aftursvar til Árna Klein Olsen úr Samban…
Seyða­hundafinala á Viðareiði
Nú strýkur vorið völl og dal
KÍ skuffaði í fyrstu stóru royndini í ár
Veðrið í vikuni
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Lýsing