Lýsing
Lýsing
Lýsing

Á Benidorm Palace Show við Sólorku

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  10.10.2021 - 16:39 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað hendir nógv her í Albir á Sólorkuhotellinum Albir Garden Resort. Á vaglinum seinnapartin í gjár, tosaði stjórin á Sólorku við umboð fyri Sambýlið undir Gráasteini. Hetta er sambýli fyri autistar. Teir tríggir leiðararnir, ið eru her saman við 5 borgarum frá stovninum eru Jan Müller, Sæbjørn Johannesen og Jákup Johannesen.

Eg haldi at nógvu áhoyrararnir sum vóru møttir, eins og eg sótu sum á nálum, tá vit fingu eitt lítið innlit í arbeiðið á stovninum. Sum skilst so hevur manningin á stovninum gingið nýggjar og slóðbrótandi leiðir. Sum skilst, so er arbeiðisumhvørvið gott á stovninum. At starvsfólkið, sum hevur verið styst av teim 6 í føstum starvi, hevur arbeitt har í 21 ár.

Benidorm Palace Show var ein sera hugnalig uppliving. Hetta var eitt show, ið skipað var við einum galladøgurða. Á stóra og sera vakra pallinum var framúr upptraðkan við dansi av leikarum í glæsiligum búnum, eisini var upptraðkan av fimleikarum, einari kvinnu, íð teknaði á ljósborð við sandi og annað. Stórt orkestur spældi undir og afturat tí var sera litríkt ljósshow. Vit, sum høvdu keypt atgontumerki, fingu eina borðreiðing við trimum rættum. Fyrst við grønmeti, síðani súpan og til seinast ein stóran og góðan oksabúff og desert. Afturat tí, vín og shampagnu.

Kvøldið byrjaði klokkan umleið 21.00 og var liðugt um 00.30 tíðina.

Kvøldið fyri vóru tey bæði, Beddi, gittarsnillingurin hjá Hallur Joensen og kona Beddi Sigrid rópt upp á pallin at dansa til brúðarvalsin, tí hetta var 33. brúdleypsdagur teirra. - Jú sanniliga hugna vit okkum her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Beinir letur væl at
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…