Lýsing
Lýsing
Lýsing

Rip, Rap og Rup á Sólorku í dag

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Oliver Joensen.  |  11.10.2021 - 21:03 Mentan Myndarøð Tíðindi

Nú rigga vit til at fara aftur til Føroya. Sjálvandi gleða vit okkum. MEN, vit hava havt ótrúliga góðar 12 dagar her í Albir. Tað hevur í veruleikanum verið nakað fyri øll. Øll vit 350, sum hava verið her hesar dagarnar hava livað undir sól, passaligum hita og framúr góðari tænastu.

Hjúnini Tróndur og Unn hava staðið at kalla á høvdinum fyri okkum. Her hevur verið sera nógvur aktivitetur, sum vit kundu luttaka í, um vit høvdu hug. Umframt spøl, svimjing, súkkling og alskins tónleikaligt og skemtiligt undirhald, ja so bar eisini væl til bert at vera til her og kanska at ganga sær ein túr. Matur og drykkivørur var við í kostnaðinum, og vit búðu undir sera góðum umstøðum.

Í dag luttók eg í eini útferð til Altea. “Åga’sa Altea”, sum sagt var í skránni, tí vit skuldu eta á Restaurante Casa Vital, sum norðmaðurin Åge eigur. Her eru nógvir norðmenn í økinum.

Altea er elligamal og avbera vakur grannabýur til Albir. Hetta er ein lítil býur við hvítkálkaðum húsum og trongum túnum og smogum.

Vit fingu høvi at vitja sera vøkru lítlu russisku trækirkjuna og umframt tað eisini stórbæru katólsku kirkjuna og onnur støð.

Millummála fingu vit á Casa Vital, har vit fingu at smakka bláa víni, sum norðmaðurin sjálvur framleiðir á egna víngarði sínum. Túrurin byrjaði kl. 10 í morgun og vit vóru aftur um 15.30 tíðina í dag. Ein ógloymandi túrur.

Sum sæst á myndunum, so er hugnaligt bæði á útferð og her á hotellinum. Teir tríggir Rip, Rap og Rup, tríggir klaksvíkingar í ferðalagnum hava hugna sær óført, teir eru Jákup, Kjartan og Herbein, tríggir klaksvíkingar úr Havn.

Ikki nokk við tí, klaksvíkingarnir Hallur Joensen, Ólavur Johannesen og Jóhanna Johannesen hava gjørt eitt stórt arbeiði við at savna eitt sangkór ímillum gestirnar á Sólorku, einir 30-40 sangarar, sum hava vant og síðani hava havt tvinnar framførðslur her við Ólavi Johannesen sum kapelmeistara.

Í gjár var eg sjálvur á palli saman við kenda tíðindamanninum Trónda Djurhuus, har hann tráðspurdi inn til mína lívsleið og Norðlýsið.

Jú her hevur verið lív í.

Niðanfyri myndir frá í gjár og í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum
Kann blíva vánaligasta byrjan hjá KÍ í 1…
Vitjan av stuðli
Grindamanna­felagið: Áheitan til landsins…
Fríðka um Rótina
Felagið Føroysk Marknaðar­fólk endurstovn…
Styrk títt netverk við COST
Thetis hátíðarheldur 10 ár sum føroysk k…
Ein bóndi og ein allahanda­maður
Felags tilfeingi, ábyrgd og avrokning í…
Næsta stig má vera námsfrøðinga­útbúgving…
Næmingar­nir á Skúlatrøð í grindavási