Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  13.10.2021 - 09:00 Tíðindaskriv

Røddir hava verið frammi um, at ein stytting av arbeiðsvikuni fer at føra við sær, at kostnaðurin á vørum og tænastum fer at hækka 7,5%. Hetta er ógvuliga ósannlíkt. Tað staðfestir kanning, ið Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, løgdu fram týsdagin 5. oktobur.

At siga, at um arbeiðsvikan verður stytt úr 40 í 37 tímar (ein minking á 7,5%), so dýrka prísirnir við 7,5% er óhugsandi. Gjøllar kanningar aðrastaðni vísa greitt, at ein styttri arbeiðsvika førir við sær effektivisering innan eina røð av yrkjum, og harumframt vísa hesar kanningar, at kappingarførið søguliga ikki er versnað av at stytta arbeiðsvikuna. So tað er eingin orsøk at halda, at hetta verður munandi øðrvísi í Føroyum.

Kanningin er fakliga grundað og lýsir á objektivan hátt kostnaðin og árinini av at stytta arbeiðsvikuna. Tað eru undirritaðu fakfeløg, ið hava tikið stig til at gera kanningina, men tað er sera umráðandi at leggja dent á, at fakfeløgini á ongan hátt hava havt ávirkan á úrslitini í kanningini.

Við neyvum útrokningum, ið byggja á umfatandi dátugrundarlag, vísir kanningin kostnaðin av at lækka arbeiðsvikuna á samlaða almenna arbeiðsmarknaðinum. Hesin verður mettur at liggja um 104 milliónir krónur netto, áðrenn eitt nú øktur forskattur av pensjónsinngjøldum, økt mótrokning í fólkapensjónini, og multiplikatoreffekt verður íroknað. Veruligi kostnaðurin er tí væl lægri.

Umframt hetta vísir kanningin á eina røð av ágóðum, sum ein styttri arbeiðsvika førir við sær. Her er talan um eitt nú, at Føroyar økja kappingarførið um arbeiðsmegina, minni strongd, færri sjúkradagar, betri familjulív og effektivari arbeiðstíð.

  • Fakfelagssamstarvið (Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið)
  • Heilsuhjálparafelag Føroya
  • Heilsurøktarafelagið
Lýsing
Seinastu tíðindini
Urbanus á G!
Flokkar­nir lesa uppskotið ígjøgnum
Magnus Powell hevur enn ikki tapt í Føro…
Tað er nakað heilt, heilt galið í føroys…
Heðin Mortensen 80 ár
Eg havi ikki sæð eitt kvinnulið spælt so…
Áheitan frá áhugafelag­num Føroyingar fyr…
Føroya elsti unglingi fyllir 80
Tøkk
Myndarøð og dystarfrásøgn: KÍ vann sætta…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Veðrið í vikuni
Mathias Lassen Samuelsen nýggjur formaðu…
Embætismanna­bólkur felags fund í Føroyum
Sangmøti í Betesda 2. páskadag kl. 18
Upptakt: KÍ-Víkingur
Til politisku flokkar­nar, ið tilevna sam…
Góðar páskir!
Stillføri kassameista­rin hjá KÍ seinastu…
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!