Lýsing
Lýsing
Lýsing

Korona órógvar landskappingina

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv (FSF)  |  25.10.2021 - 18:23 Ítrottur Tíðindi

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at dystirnir millum B36 og Víking, og NSÍ og B36 verða spældir ávikavist 4. og 7. november.

 

Korona órógvar eisini Betri Deildini hjá monnum, og nú er greitt, at tað verður ikki fyrr enn sunnudagin 7. november, at stigatalvan fyri landskappingina 2021 verður endaliga uppgjørd.

Sunnudagin bleiv dysturin millum B36 og Víking avlýstur orsaka av korona í B36-hópinum. Avleiðingarnar vóru, at seks spælarar hjá árstalsfelagnum eru koyrdir í sóttarhald næstu tíggju dagarnar.

Hetta hevur við sær, at seinastu tveir landskappingardystirnir hjá B36 eru útsettir.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at útsetti dysturin millum B36 og Víking verður spældur hósdagin 4. november, og dysturin í Runavík millum NSÍ og B36, sum skuldi vera komandi leygardag, er fluttur til sunnudagin 7. november.

Leygardagin 30. oktober
EB/Streymur – B68
HB – ÍF
Víkingur – KÍ
TB – 07 Vestur

Hósdagin 4. november
B36 – Víkingur

Sunnudagin 7. november
NSÍ – B36

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París