Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ránsætlan Fólkafloksins

SKRIVAÐ: Árni Dahl  |  26.10.2021 - 10:51 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Vónandi bera fólk yvir við mær, nú eg endurtaki tað, sum eg fyrr havi sagt á prenti:

Orðið at privatisera er runnið úr latíni – privare – og merkir at taka okkurt ella at ræna okkurt.

Seinastu vikurnar hava vit hoyrt um, at sitandi stýri m.a. ætlar at einskilja “Bústaðir”, sum er alment bústaðarfelag. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur valt stýrið.

Sjálvsagt gongur Fólkaflokkurin á odda, tá ið ræður um at luta fólksins ognir  út til tey fáu. Tað hevur hann altíð gjørt.

Í hesum flokki savnast serfrøðingarnir, sum siga seg hata tað almenna, samstundis sum teir lirka tjúkkar slangur niður í almennar kassar at súgva og súgva og býta so út – at vísa seg til vinir og kenningar.

Hetta er galdandi innan sjóvinnu, bankavinnu, flutningsvinnu/samskiftisvinnu  og nú eisini innan orkuvinnu og byggivinnu.

Hesin flokkurin hatar samhaldsfesti og arbeiðir bókstavatrúgvur eftir bíbliuorðunum:

Matteus 13,12:

“Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur”.

Sjálvsagt eru hesi bíbliuorð tikin úr serstøkum høpi og fáa ikki staðið einsamøll. Hetta vita bíbliukøn at greiða frá, men heykarnir í Fólkaflokkinum blúgvast ikki við at tulka tey, sum teimum hóvar best.

Tað vistu vit frammanundan, men tað, sum vit kunnu harmast mest um, er hetta:

Sum skinklandi rossleypur stendur løgmansflokkurin. Sambandsflokkurin tigur og eygleiðir ránið.

Og Miðflokkurin, ið sigur seg byggja á kristin virðir, rópar “Halleluja”, meðan rænt verður.

Árni Dahl

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Lýsing