Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggi Fámjinstunnilin og innkomuvegurin til Havnar - tvær verkætlanir, ið verða fíggjaðar samhaldsfast yvir skattin - verða møguliga ikki samtyktar við 3. viðgerð, um bummgjøldini ikki verða strikað.

Stórar tunnilsverkætlanir elva til stórar ósemjur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.10.2021 - 16:35 Leiðarin Politikkur

Heystið er vorðið rættiliga rokaligt politiskt. Fleiri politikarar hava rullað tað tunga skjútsið fram, nú fleiri týðandi samferðsluverkætlanir standa fyri framman. Norðoyggjar og Vágar eru hóttar við munandi hægri bummgjøldum, og hótta afturímóti við at atkvøða ímóti verkætlanum í miðstaðarøkinum og í Suðuroynni.

Farið er longu út í ekstremarnar. Politikarar sunnanfyri, serliga borgarstjórin á Tvøroyri, men partvís eisini tann í Havn, stilla seg stak positivar fyri at gera ein Suðuroyartunnil fyri 5,6 milliardir. Kristin Michelsen av Tvøroyri sigur seg enntá taka undir við, at norðoyingar og vágafólk skulu rinda 70 krónur hvønn vegin í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum fyri at fáa ráð til Suðuroyartunnilin.

Í hinum endanum av spektrinum krevja 5 lokalfeløg norðanfjørðs og vestanfyri, at Landsstýrið loksins heldur orð, við at bummgjøldini í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum verða avtikin heilt, tunnilsfeløgini bæði niðurløgd, og tunlarnir settir á fíggjarlógina. Tey hótta við ikki at atkvøða fyri innkomuvegnum til Havnar ella Fámjinstunlinum, um bummgjøldini ikki verða tikin av.

Í løtuni er bólturin skotin út til horna. Undir 2. viðgerð í dag, týsdagin 26. oktober, blivu málini atkvødd ígjøgnum, men fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, noyddist at lova tingfólkum úr Vágum og Norðoyggjum ein fund um málini í morgin, mikudagin 27. oktober, og fáa tey ikki tað, tey vilja hava, er hugsandi, at tey atkvøða ímóti undir 3. viðgerð.

So er stóri spurningurin, hvat andstøðan ger. Á Løgtingi í dag spurdi Frimodt Rasmussen, tingmaður úr Norðoyggjum, Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, um hesin tók undir við at savna allar undirsjóvartunlarnar saman í eitt felag, men fekk onki greitt svar. Aksel V. Johannesen var annars stigtakari til at savna feløgini í Runavík og felags innkrevjingarskipan er eisini í gildi í dag.

Hinvegin kann andstøðan neyvan liva við at hava bjargað samgonguni. Vit hava sæð, hvat tað gjørdi við Sjálvstýrisflokkin og fyrrverandi tingmannin Magna Laksáfoss, at teir á sinni bjargaðu undanfarnu samgonguni fleiri ferðir. Formaðurin í Sjálvstýri misti høvdið til valið, og Magni Laksáfoss er at síggja til heilt liðugur í politikki eftir tað. Tí kann roknast við, at fær andstøðan eitt høvi til at fella samgonguna, so ger hon tað. Men tað er ikki vist.

Spurningur er so, um tað ber til at gera øllum til vildar. Ber til bæði at avtaka bummgjøldini í undirsjóvartunlunum norðanfyri og samstundis at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroy, ið kostar tað sama sum 20 tunlar Norður um Fjall, ið sera leingi vóru tað størsta stríðsmálið? Møguliga, um tað verður fíggjað yvir eitt longri áramál. Í øllum førum eigur tað at verða kannað.

Vit fara at verða nógv klókari uppá hetta komandi dagarnar, men eitt er so vist sum amen í kirkjuni: Norðoyapolitikarar kunnu á ongan hátt yvirliva at taka undir við tí fíggingarleisti, ið varð nevndur í frágreiðingini hjá Landsverki um sjeyfaldað bummgjøld. Tað kann slett ikki koma upp á tal. Og tað er rættiliga víst, at norðoyapolitikarar og vágapolitikarar heldur ofra samgonguna enn ganga við til tað.

Annars eru teir lidnir í politikki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað
Sandur er eitt unikt umhvørvi
Skjóta harur fríggja­dagin
Skalt tú hava Pop-Up handil?
Stjørnan vann á EB
KÍ skal hava nýggjan venjara
Eitt ár síðan netálopið
Heini í Skorini í DR: Føroyar missa nógv…
Triðja royndin hjá Mjølnir fyri at koma…
Áhugaverdur fyrilestur á Klaksvíkar bóka…
Føroyingar í vanda at missa serrættindi…