Lýsing
Lýsing
Lýsing
Smílandi donsku embætismenninir á myndini, fútin og landslæknin, hava yvirhálað Landsstýrið í at taka samfelagsábyrgd, og nú velja nógvir føroyingar og vinnurekandi heldur at lurta eftir teimum enn eftir løgmanni. | Mynd: Kringvarpið.

Harra løgmaður, hava vit nakra stjórn?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.11.2021 - 08:21 Leiðarin Politikkur

Vónirnar vóru stórar til tíðindafundin við løgmanni, landslæknanum og fútanum seinnapartin hósdagin 4. november. Nú høvdu vit sett eitt tað óhepnasta metið nakrantíð, ið var eitt trísiffrað tal av smittaðum upp á ein dag. Nú mátti løgmaður traðka í karakter, annað bar ikki til! Men vónbrotið var sera stórt. Bert ein endurtøka av tilmælunum frá degnum fyri. Og ein endurtøka av, at Landsstýrið ikki vil lurta eftir Farsóttarnevndini.

Tíðindafólkini tevjaðu sjálvandi blóð, tí tey vistu, at ein landsstýrismaður, ið ikki er koppsettur, hevði verið í brúdleypi hjá einum løgtingsmanni, ið heldur ikki er koppsettur, og var farin beina leið til Danmarkar á fund. Hvat fór løgmaður at gera við tað? Svarið var: Onki.

Dagin fyri hevði Farsóttarnevndin av sínum eintingum og uttan um Landsstýrið tikið avgerð sambært Epidemilógini um, at koronapass framyvir fer at verða kravt á flogvøllinum og við Bursatanga. Tá tað kemur til okkara mørk, trumfar Farsóttarnevndin landsstýrið. Men tað ger hon ikki innanlands í Føroyum, og tað kom til sjóndar á fundinum. Hvat ætlaði løgmaður sær at gera við tilmælini frá Farsóttarnevndini um at innføra koronapass í Føroyum? Svarið var: Onki.

Skúlarnir fingu í gjár boð um, at undirvísing fer at verða sum vant, og at støða verður tikin í hvørjum einstøkum føri. Hetta hóast vit væl vita, at tað fyrst og fremst er millum børn og ung, og harvið í skúlunum, at útbrotið breiðir seg. Smittuserfrøðingurin Shahin Gaïni hevur staðiliga mælt til at lata heilt niður í eina tíð. Hvat ger Føroya løgmaður við ta áheitanina? Svarið var: Onki.

Men hvat hevði løgmaður so at siga? Hann førdi fram, at hetta við smittu millum børn var nakað nýtt. Hetta hóast vit sum nakað av tí fyrsta í mars-apríl 2020 upplivdu, at barnagarðar vórðu heilt afturlatnir, tí smitta varð staðfest har. Skúlarnir lótu somuleiðis aftur stutt aftaná. Við at lata ansingarstovnar og skúlar aftur, fingu vit bast smittuni rímiliga skjótt. Men hvat á barnagarðs- og skúlaøkinum, sum eydnaðist so væl tá, fer at verða endurtikið nú? Svarið var: Onki.

Annars var ikki tað stóra, løgmaður hevði upp á hjarta. Jú, somu plátuna um um betri handreinføri og frástøðu, samstundis sum tingmaður og landsstýrismaður í hansara egnu samgongu ávikavist halda og fara til eitt brúdleyp við 130 fólkum, harav fleiri gestir seinni eru staðfestir smittaði. Hetta hongur ikki saman, harra løgmaður! Hetta ber ikki til!

Vit hava í dag óhepnastu tølini í øllum Europa, men okkara politikarar hava framvegis ikki skilt álvaran! Ikki skilt álvaran við koppseting, ikki skilt álvaran við at savnast fleiri enn hundrað fólk, ikki skilt álvaran, sum fútin og landslæknin tykjast vera teir einastu á hægstu rók, ið hava skilt. Og teimum lurtar man ikki eftir.

Tað er onki at ivast í, at hetta fer at koma tí frammanundan stórbløðandi Sambandsflokkinum álvarsliga aftur um brekku. Á fiskivinnuøkinum hevur hann latið Fólkaflokkin stýrisvølin fult og heilt, og nú sær út til, at Miðflokkurin hevur fingið stýrisvølin fult og heilt á heilsuøkinum. Hetta hóast Sambandsflokkurin sjálvur skal eitast fyri at umsita heilsumál, og sum sambandsflokkur ikki átti at havt nakran trupulleika við at fylgt tilráðingunum frá donskum embætismonnum. Men gakk.

Tað er onki at siga til, at Føroya fólk gongur stúrið, tá tølini av smittutilburðum bara ganga ein veg, og tølini av andlátum við corona eisini. Og fólk gerast uppaftur meira stúrin, tá tey hoyra frá løgmanni, at einasta átakið verður tilmæli og so endurtøkuna av reinføri og frástøðu, meðan einasta nýggja tilmælið var at avlýsa jólafrokostar.

Í náttarlívinum hava tey longu tikið sakina í egnar hendur. 13 skeinkistøð í Tórshavn og Klaksvík hava meldað út, at tey fara at lurta eftir Farsóttarnevndini og ikki løgmanni. Tað kann ikki annað enn vera ein vátur vøttur í andlitið á løgmanni, hvørs autoritetur verður gott og grundiga undirmineraður og yvirhálaður av borgarum, fúta og landslækna við størri samfelagsligari ábyrgdarkenslu enn sjálvasti leiðari landsins.

Harra løgmaður, hetta kunnu tit ikki bjóða Føroya fólki.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB