Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd | Mynd: Olivefr

Stjørnan vann greitt á uppflytaranum EB

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  14.11.2021 - 21:39 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

 

Kvinnurnar hjá Stjørnuni hava í dag verið á Eiði og leikt móti uppflytarunum EB. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Hálvleiksstøðan var 18-10 til Stjørnuna. Tað gekk javnari á fyrru helvtina av seinna hálvleiki. Venjari hjá Stjørnuni nýtti eisini møguleikan at skifta nógv út í seinna hálvleiki, men móti dystarenda økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdists ein greiður 38-21 til Stjørnuna. Eftir dystin í dag er støðan í oddinum tann, at Kyndil er oddalið við14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi við 12 stigum fyri 8 dystir og Stjørnan er á triðja pássi 11 stigur fyri 7 dystir. Sama stigatal hevur H71 fyri seks dystir, men Stjørnan hevur betur málmun. Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi sunnudag á heimavølli, tá oddaliðið Kyndil vitjar. Fyri at sleppa til dystin, er neyðugt hjá øllum yvir 16 ár at vísa fram koronapass ella negativa test, sum ikki er eldri 72 tímar. So tað ræður um at hava hesi viðurskiftini í lagi.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 6, Jancy Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 4, Durita Ljósstein 3, Iulia Nalivko 3, Tóra Norðá, Malene Madsen og Oddvør Josephsen hvør stítt mál

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…
Valevnir og fótbóltsformenn vitja Norðlý…
Per Jacobsen heldur grækarismessurøðuna