Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Føroya landssløkkilið!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  15.11.2021 - 11:11 Bloggur Politikkur

Løgtingið minnir stundum meira um eina landsbrandstøð enn um eitt undangongulið við visiónum, ið skal stýra landinum inn i framtíðina. Stundum er ilt er at fá eyga á nakrar stórvegis framtíðarvisiónir – í staðin sløkkja tingfólk bara tíðarinnar eldar, og nýta mangan mest orku uppá teir minst hóttandi brandarnar!

Tað sigst at vera eitt eyðkenni fyri aldrandi menn, at teir fara at tosa uppí saman. Men hóast teir kanska endurtaka seg í so mangan, so nýtist tað kortini ikki at merkja, at tað hvørja ferð bara er møsn, teir koma við. Kannska oysa teir bara enn einaferð av tí lívsvísdómi, sum stendst av einum longum lívi? Kanska hevur lívið lært oldingarnar, at Føroya Løgting ikki júst er eitt visiónsforum, staðið har háfloygdar og skilagóðar ætlanir fyri framtíð Føroya verða havdar á lofti. Heldur tykist manningin har mangan at virka sum eldsløkkjarar, tá okkurt er á vási. Ella sum ein forsamling, ið rennur undan eldinum, tá ið á stendur.

Eitt dømi um vantandi visiónir hjá løgtinginum er tunellir, og júst tað, at tunellir hava hol í báðum endum, og at tær eru ætlaðar til ferðslu við akførum – helst so mongum sum til ber fyri at gjalda rokningina. Tí tá tað er vorðið koyrandi gjøgnum tunellirnar, so vakna landsins myndugleikar við kaldan dreym: Tí ferðslan skal jú bæði inn í tunnlarnar og útaftur úr tunlunum!  Milliardir verða nýttar til at bora hol, men ikki eitt oyra verður sett av til at leiða ferðsluna víðari til og úr holinum! Um tað hava vit mong dømi.

Um hesa tíðina næsta ár verður koyrandi av Gomlurætt og inn í Dal heima á Sandi – og hvat so? Jú, tey tandrini, ið enn búgva á Sandoynni fara at fáa stóra gleði av hesum, og vikuskiftisturistarnir somuleiðis. Men er tað vorðið mynduleikunum greitt, at tað tá samstundis verður koyrandi hálvan vegin til Suðuroyar? Nei, tað er tað heilt týðuliga ikki, tí vegurin gjøgnum Sandsbygd er enn hin sami, og ikki ætlaður til øktu ferðsluna av einum møguligum suðuroyarsambandi, og ongar fyrireikingar eru gjørda til ferjulegu í Hvalba ella heima á Sandi!

Um hesa tíðina næsta á verður Teistin eisini lagdur, tí tað verður koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna. Tað er bæði synd og skomm at seta Teistan í fasta sigling út í Hest – Hestur skal hava sítt egna hóskandi far! Men meðan Smyril okrar undir Suðuroyarsiglingini og bíðað verður eftir Suðuroyartunlinum, er at fara undir eina ferjulegu í Hvalba og heima á Sandi, og at fyrireika leinging av Teistanum nú, so hann verður til reiðar til at røkta sambandið millum Hvalba og Sand um summarið við millum fimm ella seks túrum um dagin.

Smyril kann so fara av landinum til umvælingar, uttan at dýrt og óhóskandi skip skal leigast til avloysara. Botnarbeiðið kann gerast í útlandinum, restin kann gerast í Føroyum. Føroysku skipasmiðjurnar eru væl og virðiliga førar fyri at umvæla Smyril og at tekna og byggja eitt mondul til at leingja Teistan. Loysnin verður helst ikki dýrari enn at kroysta lívið úr Smyrli og leiga dýr avloysaraskip, og Suðuroyggin verður knýtt nógv tættari at restini at Føroyum um summarið, við nógv títtari og bíligari sambandi.

Sakin er bara at fara í gongd longu nú, og ikki at bíða til Smyril er so útásáður, at nýtt og dýrt skip skal keypast, meðan tunnilin enn stendur í hálvum gekki!

Hesin gamli loyvir sær bara einaferð enn at endurtaka, at um hesa tíðina næsta ár verður koyrandi hálvan vegin av Streymoynni og til Suðuroyar. Hví ikki gera sær dælt av hesum risa-framstiginum? Sandoyartunnilin hevur stórliga brúk fyri øktu ferðsluni (og inntøkuni)! Og suðuroyingar hava brúk fyri títtleikanum í summarhálvuni!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…