Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ægir góð úrslit til JM/FM á stuttgeil 2021

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  16.11.2021 - 20:05 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Nú um vikuskiftið 12., 13. og 14. november hevur Ægir luttikið til JM/FM á stuttgeil í svimjihøllini í Gundadali við 9 svimjarum, harav tvey av teimum høvdu aldur at luttaka til JM. Tey, ið vóru við til JM/FM vóru: 

- Lea Petersen (2009) 
- Róa Trygvadóttir (2008)
- Ragnhild Jacobsen (2008) 
- Durita Mohr Askham (2008) 
- Lea Osberg Højsted (2008)
- Líggjas Joensen (2008) 
- Heini Mohr Askham (2006) 
- Jonna Joensen (2005) 
- Martin V. Sivertsen (2002)
 Svimjarnir hava fingið sera góð úrslit sum heild, og allir svimjarnir settu nýggj persónlig met. Ægir vann næstflest heiðursmerkir pr. svimjara. 

Tey bæði Jonna Joensen og Heini M. Askham stóðu seg heilt væl í kappingini um Junior meistaraskapið og megnaðu tey bæði at fáa gullheiðursmerki í fleiri greinum. 

Lea O. Højsted vann tvey Føroyameistaraheitir í 100 og 200 m bringu. Tað gjørdi hon við tíðunum 01.16.79 og 02.44.21. 

Durita M. Askham svam 100 m frí uppá 01.07.24, og megnaði harvið at fáa bronsunál við stjørnu.

Harafturat avdúkaði landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen, at Heini Mohr Askham, Lea Osberg Højsted og Róa Trygvadóttir hava kvalifisera seg og eru úttikin til NJM, sum verður hildin í Svøríki hin 3. Til 5. Desember 2021. 

Samanumtikið ein sera góð kapping hjá Ægir, hóast hópurin er minkaður nakað síðani seinasta JM/FM á stuttgeil.

Seinastu tíðindini
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið