Lýsing
Lýsing
Lýsing
Savnsmynd. | Mynd: Oliver Joensen

Stjørnan fær vitjan av oddaliðnum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  20.11.2021 - 19:00 Ítrottur Mentan Myndarøð Tíðindi

Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni fáa vitjan av oddaliðnum Kyndil. Undan dystinum er støðan tann, at Kyndil er oddalið við 14 stigum fyri 9 dystir, Neistin er á øðrum plássi, eisini við 14 stigum fyri 9 dystir. Stjørnan er á triðja plássi við 11 stigum fyri 7 dystir. Tað hevur gingið rímiliga væl hjá Stjørnuni, tað sum farið er av kappingini. Tær hava leikt sjey dystir, vunnið fimm, leikt ein javnan, tað var ímóti Neistanum, og so hava tær tapt ein dyst. Tann dysturin var ímóti Kyndli í Havn, Kyndil vann dystin 25-19. Skal Stjørnan framhaldandi verða við i oddinum, er umráðandi, at tær vinna dystin í móti Kyndil. Stjørnuliðið hevur verið rakt av korona, men sum skilst, so er allir leikarar tøkir til dystin í móti Kyndil. Dysturin byrjar kl. 15.00.

Koronatilmæli verða fyld Stjørnan boðar frá, at øll yvir 16 ár skulu hava koroanpass ella negativa koronatest ikki eldri enn 72 tímar, fyri at kunna koma inn til dystin. Eisini verður bert tann eina inngongdin til dystin. Inngongdin verður í eystaru síðu í millumbygninginum millum hallirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið