Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Men størstur av teimum er kærleikin!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  21.11.2021 - 15:29 Bloggur Mentan Politikkur

Í 1856 tók Grundtvig soleiðis til um virðið av kunning fyri danska bóndaungdómin: ”Hvad solskin er for den sorte muld, er sand oplysning for muldets frænde.” Í sambandi við orðaskiftið sum var um barsilspengar til samkynd foreldur loyva vit okkum leysliga at umskriva og týða orðini hjá Grundtvig soleiðis: ”Tað, sum sólin er fyri barnins vøkstur, er sannur kærleiki fyri barnsins trivnað!”

Enn er tað so, at øll børn noyðast at hava eina móðir og ein faðir, uttan mun til um tey eru gitin á vanligan hátt, ella um tey eru gitin í eini petriskál ella einum reagensglasi. Treytin fyri lívi er enn eitt egg frá eini kvinnu og sáð frá einum manni (kanska avdúki eg við hesum mína vantandi vitan innan humanbiologi?). Sostatt er onki broytt í sjávum skapanarverkinum.

Undir orðaskiftinum á tingi um barsilspengar til samkynd foreldur segði ein landsstýrismaður, at hann kundi ikki taka undir við uppskotinum frá andstøðuni, tí hann meinti at øll børn hava rætt til at kenna faðir sín. Eg eri als ikki ósamdur í hesum – men harfrá og so til at gera hetta til eitt avgerandi prinsipp í hesum málinum er nakað heilt annað! Tí góðir pápar eru ein gáva og ikki ein sjálvfylgja. Mangir pápar hava verið ein byrða og stundum eitt helviti fyri síni børn! Um tað eru mong dømir, eisini í Føroyum.

Tað er heldur ongin sjálvfylgja, at allar mammur eru góðar fyri børn síni – góðar mammur eru somuleiðis ein rík gáva. Tí eisini mammur kunnu vera skaðiligar fyri síni børn. Knýtið millum mammu og børn hevur gjøgnum søguna verið nógv størri enn bondini millum faðir og børn. Faðirin var mangan rættiliga fjarur í lívinum hjá børnunum, meðan mamman var um  børnini hvønn dag (millum vanliga fólkið, ið hvussu so er).

Nútíðarfamiljan kann ikki samanberast við gomlu frammleiðslufamiljuna. Umstøðurnar og kenslurnar í húskinum vóru heilt øðrvísi. Stundum áttu pápanir at bara vera strangir og illir í sær, og børnini skuldu ræðast teir – at vísa eymleika hoyrdi kvinnunum til (grovt sagt). Nýggi pápin, ið tekur sær av børnum sínum á javnum føti við mammuna, er nakað heilt nýtt og framúrskarandi um okkara leiðir, og als ongin sjálvfylgja! Men tað eru enn børn, ið flýggja frá ella verða flutt frá faðiri ella móður, ella báðum tveimum, tí tey eru heilt og aldeilis óhóskandi sum uppalarar. Menniskjalagnurnar eru tíverri mangan alt annað ella fullkomnar!

Tíbetur unntist tað børnum flest at hava eina góða móður, og ein pápa, sum tók sín leiklut sum forsyrgjari í fullum álvra. Samstundis eru nógv børn komin væl undan, hóast tað ikki eydnaðist teimum at vaksa upp saman við síni móður ella faðir.

Vit skulu ikki so mong ár aftur í tíðina okkara millum, tá mangar familjur tíverri syndraðust orsakað av sjúku ella vanlukku, og børnini noyddust at verða send í ymsar ættir fyri at koma undan. Tað eydnaðist mangan heilt væl, og orsøkin til at tað eydnaðist vóru ingrediensir, barnið og barnasálin ikki kunnu liva og trívast uttan, og tær eru kærleikin, eymleikin og virðingin, sum fáa menniskjaspíruna til at blóma, mennast og trívast. Tað vóru tíverri eisini børn, ið mistrivust hjá pleygufamiljunum, tí tey longdust, tí tey blivu misnýtt, tí mismunur varð gjørdur á teimum og øðrum børnum í húskinum – tí har vantaði virðing, eymleiki og kærleiki.

Vit vilja við hesum orðunum ikki seta spurnatekin við kjarnufamiljuna, haðani tey flestu av okkum eru sprottin, men vilja bara vísa á, at barnsins trivnaður hvílir ikki bara á siðbundnar karmar, men fram um alt eisini á kærleika, eymleika og virðing!

At sýta fólkum, sum liva í lógligum sakyndum parlagi í einum demokratiskum samfelagi, barnsburðarfarloyvi eins og onnur hjún, tí øll børn eiga at kenna faðir sín, er samstundis at siga, at øll børn – og tey eru mong, eisini okkara millum - hvørjum tað ikki varð unt at kenna sín uppruna, ikki eru heilir skapningar! Tað luktar næstan av racismu! Í øllum førum luktar tað av mismuni millum tey, ið vóru so heppin at kenna sín uppruna (faðir), og tey ið, ikki vóru so heppin.

Vit vita, at summi ættleidd børn – uttan mun til hvussu væl tað annars hevur gingist teimum – fegin vilja kenna sín uppruna. Og orðaskiftið gongur enn, um tað skal vera loyvt við ónavngivnum, annomymum sáð- ella eggdonorum, tí tað kanska kann koma at kennast sum ein tómleiki í lívinum hjá teimum, ið eu gitin á hendan hátt, at tey ikki kenna sín fysiska uppruna.

Tá ið alt hetta er sagt, so er bara at siga, at hevur eitt ting gjørt samkynd parlag lógligt – og tað hevur Føroya Løgting – so ber ikki til samstundis at tvíhalda um, at børn bara kunnu verða ald upp undir siðbundnum familjukørmum, samstundis sum vit vita, at tað er kærleikin, eymleikin og virðingin, ið gevur barninum bestu gróðralíkindir, og ikki bara teir ytru karmarnir.

Eg veit ikki, um tað er at misnýta Grundtvig, um eg enn einaferð endurgevi hann (DDS, ør. 1) tá hann sigur: Mit land, siger Herren, er Himmel og Jord, hvor Kærlighed bor. Her er stóra sálmaskaldið, sum altíð, inspireraður av sjálvum Jesusi. Kanska tinglimir skuldu fylgt honum eftir?

P.S. Til teirra, ið ikki tola danskt: Føroyska týðingin í Sálmabókini hjá míni sálmahetju Gudmundi Bruun, endurgevur ikki heilt upprunaorðini hjá Grundtvig, og tí er citatið á donskum! (SFK 323, ør. 1).

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði