Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kyndil javnaði í seinasta sekundinum

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  21.11.2021 - 21:45 Ítrottur Mentan Tíðindi

Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil gjørdist ein sannur gysari, sum endaði við, at Kyndil javnaði til 26-26 við brotskasti í seinasta sekundinum av dystinum.

Hálvleiksstøðan var 11-9 til Stjørnuna. Tað gekk javnt á alla fyrra hálvleiki, tó var tað Stjørnan, sum hevði hug at hava leiðsluna, men leiðslan var onkantíð meira enn 2-3 mál. Við eini góðari verju og eini sera vælleikandi Tersu Mariu í stjørnumálinum, hevði Kyndil trupult við at skora.

Gongdin fyrru helvt at seinna hálvleiki var tann sama. Liðini skiftust um at skora. Tá leiktir vóru 13 minuttir av seinna hálvleiki, og støðan var 17-15 til Stjørnuna, kom stígur í málskjótingina hjá Kyndil. Tá leiktir vóru 21 minuttir, hevði Stjørnan økt um leiðsluna til 22-17. Men næstu løtuna fekk Stjørnan tvær útvísingar, eina í 21. minuttir og eina í 23. minutti, og tað gav Kyndil møguleika at koma innaftur í dystir. Í 29. minutti javnaði Kyndil til 25-25, men Stjørnan skoraði til 26-25, og var tá minni enn ½ minuttur eftir at leika. Kyndil fer í alop, og í allar seinastur løtu dømdu dómararnir brostskast til Kyndil, sum tær skoraðu uppá, og hesin sera spennandi og undirhaldandi dysturin endaði við javnleiki 26-26.

Sjálvandi vóru stjørnuleikararnir nakað vónbrotnir, í tí løtu dómararnir bríkslaðu dystin av, men samanumtikið kunnu stjørnuleikararnir vera ernir av avrikinum. Spælið er blivið betur og betur, fyri hvønn dyst tær hava leikt, so tað verður spendandi at fylgja liðnum. Í fyrsta umfari ræður um at verða millum fýra tey ovastu liðini, tá innleiðandi umfarið endar um miðjan mars. Síðani skulu fýra tey ovastur liðini kappast um meistarheitið.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 8, Malene Madsen 5, Iulia Nalivko 5, Jancy Jacobsen 4, Joan Sørensen 2, og Durita L. Johansen og Katrin Bertholdsen hvør sítt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ