Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvør skal hava Fólkaheiluvirðisløna hesa ferð?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  24.11.2021 - 08:20 Tíðindaskriv

- í ár verður virðislønin latin til tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum

Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr.  Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin.

Avdúkað verður á Fólkaheilsuráðstevnuni 3. desember 2021, hvør ið fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn.

Oyðublað til títt uppskot fæst her

Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 1. desember 2021 kl. 12.00.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ - NSÍ (1-1)
Starvs­fólka­trivnaður er gott fyri botnli…
Øll børn hava sama virðið
Gigtafelagið: Hugsið um klimaviðgerð til…
"Vælferð er ein íløga"
Djórini skulu hava tađ gott og fáa hjálp…
Uppsparing í virðisbrøv skal lønast – vi…
Betri karmar til nýskapandi vinnur – sta…
Øll skulu hava eitt heim
Onga altan til ungdómsíbúð!
Klárt til konsert í Varpinum
Menning sæst eisini í Norð­oyggjum
Formenni­nir vænta ein tættan og spennand…
Herluf's Kafé fingið sína fyrstu nevnd
Javnaðar­flokku­rin vil ikki minka blokkin…
"Hatta er stavurin hjá Andriasi í Stovug…
Hyrox er nýggja fitnessrákið
Hjördis Haack & Hans Pauli Olsen í Gamla…
Upptakt: KÍ-NSÍ
G19: Mjølnir er føroyameistari
Lýsing