Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndaframsýning á Biskupstorgi

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  25.11.2021 - 14:00 Mentan Tíðindi

Øll hava vit sæð vakurleikan, tá ið sólin fer niður og serliga stemningin av ljósinum – kanska í eini lítlari bygd við skotum og neystum. Ella bert blivið yvirraskað av einum stórum fjalli, sum sker seg inn í ljósið.

Hevur tú roynt at avmynda hesa serligu løtuna, veist tú, at tað er ikki so lætt, sigur Jonatan Kaasgaard, sum sýnir fram á Biskupstorgi. Men hesum eri eg hugtikin av, sigur hann.

At skiva eina søgu ella bert greiði frá eini hugtakandi løtu, er umráðandi fyri listamannin, sum er uppvaksin í Danmark og fór at fotografera longu sum 13 ára gamal.

Ár gingu við at læra kynstri og tøknina, men longu tá var tað serliga náttúran, sum hugtók. Eldhugin og fagnaðurin fyri náttúruni gjørdist bara enn betri, tá ið hann tíggju ár seinni var eitt hálvt ár í Grønlandi.

Í 2010 flutti Jonatan til Skipanes, seinni til Suðuroyar, har hann giftist við Maju. Tey búðu har í fimm ár, men eru nú flutt til Klaksvíkar.

Føroyar hevur lært meg nakað nýtt og enn djúpari um náttúruna, sum eg eri hugtikin av. Tá ið vit byggja okkurt nýtt, er tað umráðandi at halda tað viðlíka – eisini um talan er um eitt ”viðlíkahalfsfrítt” hús, so forfellur tað við tíðini, um tú ikki tekur hond í.

Um vit hin vegin lata náttúruna fáa frið, forfellur hon ikki – tvørt ímóti! Tað er so vitiliga og skilvíst sett saman, at um náttúran fær frið, vilja tey mest oyðiløgdu og píndu støðini á jørðini stillisliga endurbyggja seg.

Hetta hevur givið mær endurnýggjaða virðing fyri skaparverkinum! Eina virðing, sum eisini hevur ávirkað mína fotografering – avmynding av náttúruni, sigur Jonatan Kaasgaard at enda.

Framsýningin hongur uppi til 4. desember.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ung í arbeiði 2026
List og myndarøð um bóndasam­felagið
Er Umhvørvisstovan eitt stempulkontór, s…
Núpur inni við 100.000 pundum
Tvey prik móti krabba: Nýtt átak skal øk…
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…