Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið á Norðoyri tendrað

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  29.11.2021 - 22:00 Mentan Tíðindi

Klokkan kl. 19 í kvøld varð jólatræið á Norðoyri tendrað; har Eyðstein Poulsen, býráðslimur helt røðu og Klaksvíkar Hornorkestur spældi hugnalig jólaløg. Til seinast spældu teir ”Gleðilig jól” og sang fjøldin við.

Eyðstein hugleiddi um løtur á Borðoyarvík sum smádrongur, har Norðoyðri var evsta mark fyri hvussu langt, man kundi loyva sær at fara út eftir Borðoyarvík. "Oyrabygd var heimsins endi"

Eg minnist ta einu ferðina, tá vit, lítlir smádreingir, høvdu lænt ella stolið eina av jollunum í Borðoyarvík. Vit høvdu lagt frá landi á Flesjunum, og ikki gekk leingi, til vit høvdu mist øll træsprekini fyri borð, sum vit brúktu at rógva við. Nú vóru góð ráð dýr, avlandsvindur var, hann var høgur í ættini, og vit róku stillisliga út eftir Borðoyarvíkini”.

Les alla røðuna hjá Eyðstein Poulsen, býráðslimi niðanfyri:

Gott kvøld øll somul og hjartaliga vælkomin til hesa jólaløtu!

Á Norðoyri, ella sum vit borgarar í kommununi vanliga siga: “úti í Oyri”, grør um gangandi fót. Vit kunnu róliga siga, at tit, sum búgva úti í Oyri dag, liva í eini spennandi og mennandi tíð, tá vit hugsa um nærumhvørvið herúti – beint innan fyri Núp. 

Klaksvíkar kommuna – sum Oyri er ein partur av – er í dag ein samanrenning millum 9 bygdir og bý í Norðoyggjum, har Klaksvík er nátúrligi kraftardepilin – eins og skaldið, Bernhard Brim, yrkti í 1959: “Tí at Klaksvík er Norðoya móðir”.

Í hesi spennandi kommunu, sum eg upp á lánta tíð eri býráðslimur í, hevur tað verið mær ein fragd hetta síðsta árið at vera partur av menningini úti í Oyri.

Sjálvur eri eg uppvaksin uppi í Borðoyarvík (við Bøgøtu) í Klaksvík og havi síðani 2006 verið búsitandi yviri í Gerðum niðan í móti Borðoyarvíkini. Í so máta hevur Oyri altíð verið ein sterkur partur av mínum tilviti og nærumhvørvi.

Í dag, tá eg vakni uppi í Gerðum, er ein av fyrstu dagsins gerningum at hyggja út ígjøgnum gluggan fyri at kanna veðrið. 

Nú er tað mær so væl unt, at útsýnið frá køkinum er suður yvir Borðoyarvíkina, har serliga eystari armur av Borðoyarvíkini breiðir seg út bæði í ódn og logn.

Mitt í hesi flottu morgunmynd ígjøgnum panorama-køksvindeygað brennur ein livandi málningur seg í eygnahindurnar hvønn einasta dag, har gylti skurðurin “Oyrabygdin” hevjar seg fram um Núpin og havsbrúnna í bakgrundini.

Ikki eru tær so fáar - myndirnar, ið eg havi tikið út ígjøgnum køksvindeygaði við Oyrabygd í fokus í alskins leikandi litum, ið forkela krittiska eyga, ið leitar eftur vakurleika.

Føroyska náttúran við øllum sínum veldi forkelar okkum, ið leita eftir vakurleika, og her føli eg meg veruliga sum heimsins hepnasta mann, at vakna hvønn morgun og síggja Oyrabygd við sínum umgevilsum trína inn í køkun, áðrenn dagsins gerningur skal fáast frá hondum.

Tá eg, sum smádrongur búði við Bøgøtu tætt við kajina á Flesjunum við Borðoyarvík, so var tað ikki so sjáldan, at vit óvitar hugnaðu okkum í fjøruni og eisini snýktu okkum við jollum út frá landi.

Eg minnist ta einu ferðina, tá vit, lítlir smádreingir, høvdu lænt ella stolið eina av jollunum í Borðoyarvík. Vit høvdu lagt frá landi á Flesjunum, og ikki gekk leingi, til vit høvdu mist øll træsprekini fyri borð, sum vit brúktu at rógva við. Nú vóru góð ráð dýr, avlandsvindur var, hann var høgur í ættini, og vit róku stillisliga út eftir Borðoyarvíkini.

Vit róptu av øllum alvi eftir hjálp. Neyðarrópini hoyrdust til lands, og bátur bleiv flotaður, og stutt eftir vórðu vit bjargaðir, áðrenn vit róku út um Oyrabygd, sum var heimsinsins endi.

Tá eg bleiv nakað størri – eini 11-12 ára gamal – slapp eg at stima við 5-mannafarinum hjá pápa, og tá vóru boðini greið: Tú heldur teg innan fyri Taravík og Oyrabygd. Eins og áður var Oyrabygd heimsins endi.

Soleiðis hevur Oyrabygd altíð verið markið ímillum tað kenda og ókenda í mínum tilviti.

Fyri at vit sum einstaklingar og fólk skulu mennast og ikki standa í stað, so hava vit eisini gott av at flyta okkum út í tað ókenda, tó uttan at vit missa okkum sjálvi burtur.

Tá eg hyggi aftur á lívið, og tað, ið lívið hevur havt at bjóða mær, so er tað ikki so sjáldan, at ein hevur treiskast og buldrast úti í tí ókenda, ótrygga og avbjóðandi farvatninum – farvatnið uttan fyri Oyrabygd.

Tó havi eg altíð veri tryggur í, at tá eg komi inn um Oyrabygd, so eri eg aftur við tað kenda og trygga.

Hvørt ættarlið byggir á herðarnar á teimum, ið undan fara!

Soleiðis hevur eisini verið í Norðoyggjum, og Oyrabygd er einki undantak. Bygdirnar hava flutt seg við tíðini, har undangongufólk hava brotið upp úr nýggjum, har tað tó mangan hevur verið hildið fast í góðar savnandi siðvenjur.

Hendan javnvágin millum siðvenjur og nýbrot, tað kenda og ókenda, tað trygga og tað ótrygga – fer allar tíðir at seta sín dám á samfelagið ímillum tað farandi og tað komandi ættarliðið.

Oyrabygd stendur fyri stórum útbyggingum í løtuni. Fólkatalið er farið úr 100 upp í 132 seinastu 10 árini. Nýtt arbeiðspláss er komið í bygdina, og hetta setur krøv til tykkum á staðnum, har javnvágin ímillum tað kenda og ókenda, nýbrot og siðvenjur, tey yngru og tey eldru, verður testað.

Tit íbúgvar í Oyri eru í tí hepnu støðu, at Klaksvíkar kommuna við Norðoya prúðastu bygd – Klaksvík – sum móðir, hevur skipað bureaukratiska bygnaðin soleiðis, at staðbundnar nevndir úti í bygdunum eru talirør hjá staðbundnu fólkunum, ið skulu tala søk tykkara.

Tit hava eitt virkið bygdarfelag “Heimrustir”, ið savnar bygdarfólkið. Nógvar ungar kreftir eru á staðnum, og barnatalið ber boð um ein mennandi stað í kommununi, ið gevur tykkum, ið her búleikast, og allari kommununi nógvar møguleikar.

Mín vón er, at siðvenja og nýbrot ganga hond í hond á hesum staði, so Oyri gerst ein enn størri og sjónligari partur av Klaksvík, enn staðurin er í dag.

Av øllum siðvenjum, vit eiga, so eru jólini besta siðvenjan – um tú spyrt meg!

Jólahátíðin og gleðiboðskapurin, ið ber boð um jesusbarnið, ið varð føtt í Betlehem – ljós heimsins – er søgan um barnið, ið var guðssonur, kongur jødanna, ið skuldi frelsa heimin. Hesin serstaki fólksligi maður – Kristus – reikaði ímillum menniskju, ið trongdu – illa lýdd menniskju og lítið ment menniskju.

Við síni lívssøgu – ið vit lesa um í evangeliunum – er eingin ivi um, hvat kristindómurin snýr seg um. Verið eitt ljós fyri tey, ið treingja, og ver móti næsta tínum, sum tú ynskir at næsti tín er ímóti tær. Søgan um ljós heimsins leggur lunnar undir eina siðalæru, ið stuðlar undir, at vit menniskju – hvør einstakur av okkum – skulu stremba eftir at vera besta útgáva av okkum sjálvum.

Hesin gleðiboðskapur og barnanna jól, við øllum tí, ið har til hoyrir – jólaljós, jólatrøð, jólamatur, jólaskip og jólagávur – eru ein gleðistíð, ið vit eldru skulu læra okkara børn og komandi ættarlið at seta prís uppá og fevna.

Jól í einsemi!

Nú vit um eina løtu tendra ljósini á trænum, fari eg at heita á okkum øll um at steðga á og hugsa um, hvussu vit kunnu vera ljós fyri onkran, ið treingir.

Kanst tú – og kann eg – verða ljós fyri onkran í myrkrinum? Lívið er at geva og guðsgáva er gleðin við at geva.

Nú vit eru komin inn í adventina, hugsi eg um tey, ið sita í einsemi ímillum okkara. Latum okkum tendra ljósið á trænum, og latum okkum vera livandi ljós fyri tey í kvøld.

Við hesum fátæku orðum fari eg at biða tykkum øll hjálpa mær at tendra træið við at telja niður frá 10.

Takk fyri, at tit møttu til hesa løtu, og gleðilig og friðsæl jól ynski eg tykkum øllum.

Eyðstein Poulsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ
Tryggja tær atgongumerki til KÍ - SJK
Norskar gentur funnu fløskupost frá 2013…
KÍ: Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð
Samtalur, bindiklubbar og spontanir kaff…
Forvitnisligar royndarverkætla­nir á Skúl…
Havsbrún er ein sera fjøltáttað fyritøka
Líðhamar 25.000 pund á bankanum
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði JFK
Teistin royndi rampuna vestarumegin
Fiskaklettur og Búgvin landað í dag
Evropa dystirnir undir luppin
100 fermetrar stórt KÍ flagg