Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kunnu vit ikki bara finna onkra kvinnu at erstatta løgmann

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  22.12.2018 - 10:44 Eldri tíðindi Politikkur

spurdi Tórbjørn Jacobsen í tinginum í gjár og Sverri Midjord angraði at hann var avgerandi atkvøðan sum fekk javnstøðulógina ígjøgnum tingið.

ÚR GREINASAVNINUM tann 26. oktober 2006

Javnstøðislógin og nevndin fingu av grovfíluni undir orðaskiftinum á tingið í gjár.

Heindi Petersen,
spurdi løgmann um hann tók undir við uppskotinum frá Javnstøðisnevndini og um hann kundi liva við at hava ein landsstýrismann í javnstøðusmálum sum als ikki tó undir við at føra ein aktivan kvinnupolitikk.
- Javnstøðunevndin mælir tinglimum at loyva vara fólkum sínum framat í eitt ávíst tíðarskeið fyri at fáa fleiri kvinnur á ting. Við hesum høvdu vit givið kvinnum meira eksponering tí tað eru tingfólkini sum fáa so at siga allar eksponering

Løgmaður
helt at spurningurin heldur átti at verið sett til Bjarna Djurholm.
- Eg haldið at uppskotið er ótrúliga áhugavert og tað kundi verið eitt hugskot so vit kundu víst eina javnstøðu á løgtingi. Hetta hevði eisini ávirka hugburðin men hetta tilkemur ikki mær, tað eru jú tingmenn, sum mugu avgera um teir vilja víkja plássið til frama fyri eina kvinnu.
- Landsstýrismaðurin hevur tiki stig til at stuðla javnstøðu millum kyni og eisini fyri at fleiri kvinnur kunnu stilla upp.

Tórbjørn Jacobsen
var rættuliga illur um orðin hjá løgmanni.

- Nú vil maðurin at øll mannfólkini í tinginum skulu fara til hús, men eingin hevur spurt løgmann um hann ikki kann fara til hús í bara 10 dagar og um vit ikki høvdu kunna funnið bara onkra kvinnu í hesum landinum at sett ístaðin.

- Altso so lætt er hetta ikki og eg haldið at fyrispurningurin er besyndarligur.

- Um javnstøðunevndin, sum skal arbeiða við javnstøðismálum, hevur so lítið at fyfla við, at hon bert kann koma við so idiotiskum uppskotum og demokratiskt undirgravandi virksemið, so er bara eitt hjá tinginum at gera og tað er at avtaka javnstøðulógina og eisini hesa nevndina, sum eg einaferð var varamaður í og sum arbeiddi seriøst við viðkomandi spurningum.

- Vælsignaðar kvinnur! Tit eru helvtin av føroya fólki! Stillið upp til val so tit kunnu veljast sum onnur fólk her í Føroyum, so eiga tit helvtina av tinginum, men harífrá og so til at undirgrava føroyska demokrati er nakað sum eg als ikki kann ganga við til.

Heðin Zachariasen
Hetta uppskotið er láturligt og práti í sini heild.

Hendrik Old
- Man hevur annars roynt at virka fyri at kvinnur koma meira við í politik, men tá man hoyrir eitt slíkt uppskot so fer ein at ivast, og tá man sær hvat tað er sum gongur fyri seg inni í heysinum á hesum fólkunum sum koma við slíkum uppskotið.

- Tað man verða okkurt ramlandi galið tá man leggur upp til at gera eitt statskvett!!

- Hetta er eitt regulert uppskot til eitt statskvett, har tú koyri meirilutan av teimum, sum er vald at sita í hesum tinginum út og sigur at nú skulu nøkur heilt onnur fólk koma ístaðin fyri.

- So skal landstýrið jú út á gøtur og strætur at leita eftir konufólkum. Ein skal vera løgmaður, ein skal vera Bjarni Djurholm og ein skal vera Jógvan á Lakjuni????

- Hvar skal neyðars Sjálvstýrisflokkurin finna kvinnur??

- Um tað er slíkt tvætl tey koma við so haldi eg at vit eiga at umhugsað at avtaka pengarnar sum vera játtaðir til javnstøðunevndina.

- Hetta er rættuliga álvárligt sum fyrigongur í heysinum á hesum fólkunum.

Sverri Midjord
- Eg var tíanverri avgerandi atkvøðan sum gjørdi at javnstøðulógin kom í gjøgnum men tað var bara tí at Lisbeth L. Petsersen kroysti meg uppí ein krók og eg kundi bara siga ja.

- Men eg helt at javnstøðulógin eisini galt almennu arbeiðsplássini tí her er støðan tann at nógvastaðir eru nógv fleiri kvinnur enn menn. Tað má ganga báðar vegir.
- Eg fari ikki at tak rættin frá kvinnum at velja hvønn tey vilja.

Kristian Magnussen
- Tað eigur at vera virðing rundan um tingið og ti eiga vit ikki at brúka tingsalin til demostratiónir og happenings.

Jógvan við Keldu
helt fyri, at í Norðoya Fólkafloksfelag hevði eina kvinnu sum formann og víðari legði hann dent  á demikoratiið í einum vali.

Síðani bað hann tær føroysku kvinnurnar hyggja at Condeelezzu Rice, uttanríkisráðharra í USA,  sum fyri tað fyrsta var kvinna, so var hon myrk og ikki minst, at hon var dúpt respektera millum tað sum Tjóðveldisflokkurin ofta kallar ísakaldar republikanarar og hon settI teir allar uppá pláss.

Ja, hann fyrisló, at hon kanska skuldi komi til Føroyar at hava skeið við føroysku kvinnunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy
Sílaverkætlanin heldur fram, og okkum tø…
Myndarøð: NSÍ-HJK - á Djúpumýru
Góður fyrri hálvleikur hjá KÍ
Her sæst KÍ dysturin
Ægir fyrra tíman og Torkil Mørkøre seinn…
Atgongumerkjaprísu­rin einaferð enn
Dómur úr leysum lofti
Tilgongdin til svartkjaftastovnin kann m…
Upptakt: SJK-KÍ