Lýsing
Lýsing
Lýsing
Frimodt Rasmussen spyr Kaj Leo Holm Johannesen, um Landssjúkrahúsið selur vørur úr felagsgoymsluni víðari til aðrar almennar stovnar. | Mynd: Sambandsflokkurin.

Frimodt spyr um prísáseting hjá Landssjúkrahúsinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.12.2021 - 14:34 Politikkur Vinna

Sjúkrahúsverk Føroya hevur eina felagsgoymslu, sum stendur fyri øllum innkeypi til sjúkrahúsverkið. Hendan er staðsett á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn. Nú vil løgtingsmaðurin fyri Sambandsflokkin hava at vita, um goymslan selur innkeyptu vøruna víðari til aðrar almennar stovnar, og um so er, vil hann eisini hava at vita, hvussu prísirnir verða ásettir.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin stendur, at Løgtingið ger í fíggjarlógini av, hvar tær ymisku játtanirnar skulu verða brúktar. Har kann ein vansi við felags innkeypinum hjá Landssjúkrahúsinum vera, at um Landssjúkrahúsið tekur ein hægri kostnað fyri vørurnar, enn tað sjálvt hevur goldið fyri tær, so kunnu pengar á tann hátt verða tiknir frá tí øki ella stovni, ið keypir vøruna, og til Landssjúkrahúsið í Havn.

Tingmaðurin skrivar víðari í viðmerkingunum, at um pengar á tann hátt verða fluttir frá konti, sum Løgtingið hevur játtað teir til, og til felagsgoymsluna hjá Landssjúkrahúsinum, so kann tað ganga ímóti Løgtingsins vilja. Um so er, at Landssjúkrahúsið setir sín kostnað ov høgt, so undirminerar tað endamálið við felags innkeypi, og so hevði tað verið betri, um onnur í sjúkrahúsverkinum fingu fríar hendur at keypa vørurnar, har tey fingu tær bíligast.

Hetta hevði bæði spart pengar og verið meira í tráð við Løgtingsins vilja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…