Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjonistar framvegis fyri vanbýti – og lansstýrismaðurin brýtur samgonguskjalið.

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  03.12.2021 - 23:55 Politikkur Tíðindaskriv

Tað má tíanverri ásannast, at politiska virðingin fyri pensionistunum liggur á einum sera lágu støði.

Ì samgonguskjalinum stendur, at:

“Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum. Tænastumannalógin og aðrar forskriftir verða broyttar samsvarandi. Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum”

Hóast hetta, so hevur avvarðandi landsstýrismaður í fíggjarmálum als ongar ætlanir um  at halda seg til tað skjal, hann sjálvur hevur undirskriva.

Feskasta dømi um hetta er, at landsstyrismaðurin til fyrispurning mín, um nær hann ætlar at fremja avtaluna um avtøku av aldusrmarkinum, svarar soleiðis:

“Arbeitt verður í løtuni við at hækka fráfaringaraldurin úr 70 ár upp í 72 ár, bæði fyri sáttmálasett starvsfólk og fyri tænastumannasett. Hetta merkir, at fólk fáa møguleika at arbeiða longri, um tey ynskja tað. Men tað er ikki nakað krav, tí fólkapensjónsaldurin verður óbroyttur.”

Hetta er ikki tað sama sum at avtaka aldursmarkið og koma hesum áralanga mismuni móti pensjonistunum til lívs ! Og als ikki í samljóði við samgonguskjalið.

Í Danmark er hesin mismunur mótvegis pensjonistum bannaður við lóg  - men í Føroyum tykist eingin vilja at vera.

Tað má tíanverri ásannast, at politiska virðingin fyri pensjonistunum í Føroyum liggur á einum sera lágum støði.

 

Eiði, tann 3. Desember 2021

Tordur J. Niclasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsertrøð við sello og klaver
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
- Tunnilsgjaldið hevur ongan týdning lon…
- Sangskriving og tónleikafram­leiðsla he…
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Lýsing