Lýsing
Lýsing
Lýsing
Føroya Arena við pengum úr Danmark

Danmark rindar 30 milliónir til høll í Hoyvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.12.2021 - 12:40 Ítrottur Tíðindi

Føroysku fólkatingslimirnir hava arbeitt fyri, at stórhøllin, sum er í umbúna at byggja í Hoyvík, skal fáa játtan á donsku fíggjarlógini, og tað hevur hon nú fingið. Umframt hetta rindar Danmark 2 milliónir til sjósavn og mentanarhús í Miðvági, og 3 milliónir til eitt samtarv millum ung í ríkisfelagsskapinum.

35 milliónir til verkætlanir í Føroyum. So mikið hava Edmund Joensen og Sjúrður Skaale fingið til vega á donsku fíggjarlógini. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at teir hava útvegað pengar úr statskassanum til føroyskar verkætlanir.

Hetta kemur sum vera man á eitt turt stað, tí annars er bert helmingurin av pengunum til stórhøll útvegaður. Tórshavnar Kommuna rindar 109 milliónir, og so er ætlanin, at onnur skulu gjalda hinar 109 milliónirnar. Tilsamans kostar høllin 217 milliónir. Við hesi játtanini á donsku fíggjarlógini eru 139 milliónir útvegaðar, og sostatt íresta “bara” 78 milliónir.

Danir leggja tó dent á, at um tær 78 milliónirnar ikki verða útvegaðar, so fella tær 30 milliónirnar aftur til danska statin. Játtanin er leypandi 2022-2025. Tað eru Niels Mortensen og Tummas Justinussen, ið hava til uppgávu at fáa til vega írestandi 78 milliónirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…