
Gloymi tað á ongum sinni, goymi tað í hjarta inni, fjalli frá til fjørusand
Ummæli av bókini hjá Daniali Lydersen um Viðareiði.
Fyrsta føroyska bygdarsøgan er Miðvinga søga eftir Mikkjal Dánialsson á Ryggi. Hon kom út í 1940 Fleiri bygdarsøgur eru komnar hesari á baki, summar eru størri og summar eru minni, summar hava almennan áhuga, aðrar hava fyrst og fremst áhuga hjá teimum fólkum, sum hava við ta ávísu bygdina at gera.
Fyri fáum døgum síðani kom út stórt bókaverk í 4 bindum. Tað er bókaverkið Viðareiði I-IV. Slóðirnar og minnið, sum Danial Lydersen hevur latið úr hondum, og sum forlagið Sprotin gevur út. Verkið er ein bygdarsøga, men ein bygdarsøga av serligum slag. Í føroyskum máli hava vit eitt gott orð, jørðildi, sum merkir mold og annað tilfar, sum er oman á fastari hellu, jarðarbotnur, lendi ella gróðurbotnur. Í fluttari merking verður tað brúkt um umstøður ella grundarlag, sum okkurt sprettur burtur úr.
Allar bygdarsøgurnar, sum eru komnar út, hava ein bygnað, sum tað tilfar, sum lagt verður fram, er skipað eftir, og bygnaðurin er rættiliga ymiskur í teimum ymisku bygdarsøgunum. Bygnaðurin í hesum verki ella karminum rundan um tað, sum verður lagt fram, er í roynd og veru tann gamla markatalsbygdin við øllum tí, sum hoyrdi til eina føroyska bygd innangarðs og uttangarðs við lutum og lunnindum. Innangarðs er tað heimliga, at fólkini eru í heimum og við bønum rundan um og rásum oman til neystini og vegi til skúla og kirkju. Hinumegin bøgarðarnar er alt tað, sum er uttangarðs, sjálvur hagin, bjørgini og bitið til seyðin og til neytini, sum gingu í haganum. Tað er alt hetta, sum var tann gamla bygdin, sum nú næstan er gloymd í sambandi við, at landið er lagt saman í færri kommunur. Enn er samleikin hjá teimum flestu tó enn at finna í bygdini, meira enn í kommununi. Hetta er tað jørðildi, sum er karmurin um bókina hjá Danial Lydersen
Tey, sum eru fødd í 1945, ella har á leið, hava meira felags við tey, sum vórðu fødd eini 100 ár frammanundan, enn tey, sum eru fødd miðskeiðis í 1950-unum - eini 10 ár seinni. Tað føroyska samfelagið broyttist so ómetaliga nógv hesi árini. Um 1950 var enn nógv eftir av tí gamla bygdarlívinum, í summum bygdum meira enn í øðrum. Tað er í hesum gamla bygdarjørðildi, at høvundurin er vaksin upp, og kom at fáa nakað í sín part av tí, sum var um at fara. Eitt er tað, sum hann upplivdi sum barn og unglingi, men tað, sum hevur minst líka so stóran týdning, er, at hann hevur dugað at sitið undir teimum orðum, sum hann hoyrdi eldri fólk siga frá, um tað, sum var, og um tað stóra og fjølbroytta høpi, sum alt skuldi síggjast í. Sum stýrimaður setur høvundin út í kortið horisontalt eftir staðarnøvnunum, men kósin er eisini vertikal aftur í tíðina.
Tað eru hesar søguslóðirnar, sum av teimum, sum undan fóru, eru vorðnar lagdar niður í hansara sinni og minni. Tað er hetta jørðildi og hesin førningur, sum hevur gjørt, at hann hevði vilja og dugdi at fara undir eitt so stórt verk, so at lív kemur aftur í aftur tað, sum enn sæst, og sum fest á blað úr huganum, hongur uppaftur meira uppi við tí, sum stendur eftir. Hann fekk um endan av tí, sum var um at fara í broytingartíðin eftir seinna heimsbardaga og upp til umleið 1960. Afturat hesum hevur hann dugað at fingið sær kunnleika frá eini rúgvu av heimildarfólkum, sum standa nevnd í bókini, so verkið er meira enn ein minnismynd.
Bygdarmaðurin hjá Danial Lydersen, Christian Matras, skrivar í einum stubba um ta føroysku bygdina – og her man hann hava sína barndómsbygd Viðareiði í huganum -, at hóast heimahúsið var miðdepilin í tilveruni, so var tað bygdin, øll sum hon var, frá fjals til fjøru og út á sjógvin við, sum var hansara heim, tá ið hann var barn. Einki er at ivast í, at soleiðis man Danial Lydersen eisini hava tað, tá tað um heimið ræður, hann gloymir snøgt sagt ikki minsta blettin "Gloymi tað á ongum sinni, goymi tað í hjarta inni, fjalli frá til fjørusand. Knúkur hvør og hvør ein túgva, læri hugin hátt at flúgva", yrkir skaldið Hans Andrias Djurhuus.
Her komi eg at hugsa um Karsten Hoydal, sum í umleið 1960 yrkti um landið, sum hann bar við sær inn um skúlagátt, “tað livnaði og vaks í mínum huga, tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt var fyri eyga undurverk at skoða, tá átti grótið lív og tirnuglóð.... Landið! Fjøll og strendur, ber og veðurbrýnd og líðir, dalar við so ljósum yndi,og fólkið – fjøld av ættarliðum týnd á tíðarhavi – skapaðu mítt lyndi, á hesum lendi gróðursett mín sál skal menna seg og mátt úr bókum súgva, í lívsins bjargalendi søkja mál so djarvt sum orð og mannahugsan flúgva....tað hav so víða fløtur sínar breiðir, á sveimi hugur bæði dag og nátt við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir. Er land mítt lítið, so er verðin stór, og veking elva havsins løg og sangir, ein rødd av høvunum at hjarta fór, gav míni stóru langtan sterkar veingir.”
Føroyar eru margfaldar, og hvør bygd er mestsum eitt univers fyri seg. “Summa bygdir eru brimpass, aðrar eru kyrrupláss, summar hava fleiri lendingar og aðrar nóg illa ta einu, summar hava óhøgligar og illgongdar hagar at røkja, meðan aðrar hava tað lættari. Tey serligu viðurskiftini í hvørji einstakari bygd hava gjørt, at tær á mongum økjum hava ment sítt egna arbeiðslag og skapt sínar egnu siðvenju, tí hvør bygd er serstøk”, sum tað stendur í fororðinum, sum forlagið Sprotin varðar av.
Tað er eitt bulmikið og prýðiligt verk, sum Danial Lydersen hevur lagt úr hondum um Viðareiði. Hann lýsir her hvønn jarðarteig og hvønn størri stein á bønum, býlingarnar, húsini, fólkini, skúla, kirkju, missiónshús og sal, úthús, neyst og alt tað, sum hoyrir til heimbygdina Viðareiði. Tað, sum gongur í haganum neyt, seyður, fuglabjørgini og fuglin og alt tað, sum hevði við hetta at gera, verður eisini lýst væl og virðiliga.
Tað, sum sermerkir hetta verk, er, at tekstur og myndir spæla so ótrúliga væl saman. Ofta eru myndir mestsum tilvildarligt pynt í eini bók, men í hesum verki eru myndirnar “tekstur” á jøvnum føti við sjálv orðini í bókini, sum ger, at verkið fær meira enn tað eina vavið ella ta einu dimensiónina. Bókaverkið er sum ein filmur, ið rørir seg.
Bindini I og III eru tekstbind við stuðlandi myndum, og bindini II og IV eru myndabøkur burturav, sum við ásettum staðarnøvnum og øðrum nøvnum ger, at tað verður møguligt at sannkenna markatalsbygdina og fáa eitt modell av henni inn í høvdið, so at alt sæst og mestsum av sær sjálvum dettur inn í medviti hjá lesaranum. Eisini hjá tí, sum ikki er úr bygdini Viðareiði. Hetta er ein ein genial og moderna framløga, sum tað ber til at fremja við teirri bíligu og góðu prenttøknini, sum vit hava í dag, men tað krevur eisini sítt av forlag og teimum, sum hava staðið fyri bókini. Fyri hetta hava tey stórt rós uppiborið.
Bókaverkið telur tilsamans ikki minni enn 1312 stórar blaðsíður. Tá eg fekk verkið upp í hondina, mátti eg ásanna, at her var talan um eitt tungt bókaverk bæði so og so, tí vigaði eg tað, tá eg kom heim. Vektin við húsa er 7528 gramm. Fullur útsøluprísur fyri bókina er kr. 598, so her fæst nógv fyri pengarnar bæði í síðutali og í vekt. Hetta eru tíverri ikki bøkur, sum ein kann hava við sær í songina at lesa, tað verður ov tungt. Marius Johannesen, plagdi, tá hann ummældi bøkur, at nevna, um tær lógu væl í hondini ella ikki. Bøkurnar í hesum verki fella uttan fyri tað, tær mugu liggja á borði, tá ið tú lesur. Hetta er tað, sum bretar nevna ein Coffee Table Edition, og tað er ikki tað ringasta, eitt bókaverk kann verða.
Tá eg hevði vigað bókina hjá Daniali Lydersen, kundi eg ikki bara mær, og vigaði tí eisini Miðvágs søgu hjá Mikkjali à Ryggi. Eg havi tíverri ikki ta fyrstu útgávuna, men endurútgávan frá 1965, hon er 176 blaðsíður og vigar 328 gramm til samanberingar.
Nú eg eri farin at bera saman fyrr og nú, so kom eg til at hugsa um, at tá ið Mikkjal á Ryggi gav út sína bók í 1940, mjólkaði ein miðal føroysk kúgv umleið 1.000 litrar um árið, og nú, ið Danial Lydersen gevur úr sína søgu, mjólkar ein kúgv eini 7.000-8.000 litrar um árið. Tað er tí nógv hent bæði við bókum og neytum, men tað er eitt annað neytaslag, sum komið er, tí umleið ár 2000, tá fór tað gamla føroyska neytaslagið í søguna, tá varð tann seinasti føroyski tarvurin dripin. Tann kúgvin, sum stóð mongum kjallara, eisini á Viðareiði, tá høvundin var ungur, og sum tað eru fleiri myndir av í bókini, hon er farin og kemur ikki aftur. Í dag eru eini 16-18 mjólkarbøndur, flestu teirra í meginøkinum í landinum, sum standa fyri allari mjólkaframleiðsluni.
Hóast nógv er farið og nógv er broytt, so er tað kortini so, at seyðahaldið við ávísum tillagingum enn byggir á tær somu meginreglur, sum vit finna í Seyðabrævinum frá 1292, og tá ið tað kemur til lunnindini er enn nógv, sum fer fram eftir gamlari siðvenju. Alt er sostatt ikki farið enn.
Bókin er um Viðareiði tekur støði í øllum tí, sum navn er sett á innan og uttangarðs, tað er sjálvur krumtappurin í bókini, og út frá hesum verður heildin lýst og út frá hesum verða størri og smærri søgur sagdar. Eisini tað, sum Danial Lydersen sjálvur minnist, eitt nú har hann spældi sum barn, og tað er ikki minst týdningarmikið.
Henda bókin hjá Danial Lydersen er ein góð bók, ein snotilig bók, sum bæði forlagið Sprotin, høvundurin og tey, sum búgva á Viðareiði ella hava við Viðareiði at gera, kunnu vera sera errin av.
Til lukku við bókini, eitt megnarverk av einum fólkagranskara, ið her hevur lagt nógv fyri, og sum nú hevur lagt sítt nágreiniliga empiriska tilfar á borðið, so tey professionellu søgufólkini og mannagranskararnir hava fingið upp í lógvan eitt stórt heimildartilfar at kanna og greina meira, og fáa uppaftur meira burturúr.
Danial Lydersen,
Viðareiði I-IV
Slóðirnar og minnið,
Sprotin 2021.