Lýsing
Lýsing
Lagnan hjá málinum um sammøður kann væl hugsast at vera umborð á Smyrli kl. 16 í dag, tá hann loysir av Tórshavn við kós móti Krambatanga

Meting: Málið um sammøður fellur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2021 - 08:30 Leiðarin Politikkur

Hóast rembingar í Sambandsflokkinum í miðstaðarøkinum og lutvíst í Vágum er ikki sannlíkt, at málið um sammøður hevur ein møguleika á tingfundinum í dag, 13. desember. Tosað hevur verið við stórum bókstavum, men í botn og grund er onki broytt, síðani sama mál var fyri seinast og fall.

Andstøðan fer at standa sum ein maður m/k, Johan Dahl stuðlar henni, men tað er eisini alt. Áður hevur Erhard Joensen, fastur varalimur, ikki verið ímóti uppskotinum sum so, men tað frættist, at helst fær hansara øki, Suðuroyar sunnara helvt, eitthvørt innrømmilsi á fíggjarlógini fyri 2022, umframt at Erhard, hóast eykavaldur, fekk sjálvan fíggjarnevndarformanspostin herfyri. Somuleiðis hoyrist á vatnrørunum, at eyka skipið til farmasigling til Suðuroyar er partur av avtalu við Kristin Michelsen úr Suðuroyar norðaru helvt fyri ikki at samtykkja andstøðuuppskotið. Rossahandlarnir taka skap, hetta er politikkur tá hann er verstur - ella bestur, alt ann uppá hvussu ein sær uppá tað. Í øllum førum verður tað áhugavert, at fylgja við hvat stendur í álitinum frá samgonguni til fíggjarlógina.

Miðflokkurin hevur gjørt púra greitt, at verður uppskotið samtykt við hjálp av samgonguatkvøðum, so er ongin samgonga longur. Og hóast topparnir í Sambandsflokkinum, bæði formaður og løgmaður Bárður á Steig Nielsen, og Kaj Leo Holm Johannesen, eftir øllum sólarmerkjum helst sóu uppskotið samtykt, so hava framhaldandi landsstýrissessir meira at siga.

Kristin Michelsen er í essinum í sínum yndis-leikluti. Við støðuni 16-16 er tað hann, ið ger av, hvønn vegin málið fer. Enntá uttan at vera hvørki fyri ella ímóti. Hann kann bert lata vera við at atkvøða, so fellur málið, tí sambært Stýrisskipanarlógini skulu fleiri atkvøður vera fyri enn ímóti, fyri at eitt mál skal kunna verða samtykt. Valkvøldið 31. august í 2019 læt Kristin Michelsen heldur ongan iva vera um, at hann ikki ynskir formannin í Javnaðarflokkinum til løgmann aftur, so tað er ikki ringt at rokna út, at Kristin hellir mest til at lata uppskotið falla.

Tá ið málið var fyri seinast við 3. viðgerð í februar í ár, fall tað við lutallinum 16-16. Kristin Michelsen atkvøddi ikki og var eiheldur í tinginum, tá atkvøðugreiðslan var. Mest sannlíkt hendir hetta sama í morgin, har hann kanska verður í tingsalinum, men kann atkvøða blankt.

Fyri andstøðuna er málið ein funnin fressur, og tað er uttan iva orsøkin til, at tey blíva við at kóka suppu upp á sama mál, hóast útlitini eru tey somu. Neyvan trýr nakar andstøðutinglimur, at uppskotið fer at bera á mál. Men við at leggja tað fram aftur og aftur fáa tey útstillað veikleikarnar í samgonguni: Annika Olsen í Fólkaflokkinum verður løgd undir trýst, Johan Dahl undirstrikar niðurbræðingina í Sambandsflokkinum, og tað verður bent í neon fyri almenninginum, at Miðflokkurin hevur buktina og báðar endarnar í skinklandi samgongusamstarvinum.

Tað, sum vit kunnu rokna við í tinginum í dag, er fyrst ein drúgv málsviðgerð av málinum, men við at kaga í ferðaætlanina hjá Smyrli kann roknast við, at túrurin av Havnini kl. 16 fer at fortelja øllum, at klokkan er sligin. Fer Kristin Michelsen suður við tí túrinum, fellur málið uttan iva.

Sammøður mugu tá heingja seg í spinklu vónina um, at Erhard Joensen ella Annika Olsen ger bart og atkvøðir saman við Johan Dahl, men at síggja til er tað bert ein teoretiskur møguleiki. Sum varafólk hava tey sterk egináhugamál í, at samgongan heldur áfram. Royndirnar vísa, at Annika Olsen sigur seg verja rættindini hjá samkyndum, men at hon síðani stemmar í móti rættindum hjá samkyndum. 

So hóast lagt er upp til eina spennandi viðgerð, er úrslitið helst givið frammanundan. Málið fer at fella enn eina ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…