Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Chronos og kairos – okkara tíð og Guðs tíð

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  13.12.2021 - 15:00 Bloggur Mentan

Kirkjuárið byrjaði fyrsta sunnudag í advent, meðan kalendarárið, sum kunnugt, byrjar fyrsta januar.  Og tað er rættuliga hóskandi at kirkjuárið og kalendarárið ikki fylgjast, tí tað minnir okkum á, at tíð er ikki bara tímar, dagar mánaðir ella ár, men at tíð eisini er ein spurningur um innihald og um dygd, um chronos og um kairos.

Vit vita, at klokkan gongur støðugt, at allir minuttir og tímar, sum so eru líka langir. Men, soleiðis kennist tað kortini  ikki altíð!

 

Stundum flúgva tímarnir, stundum eru teir langir sum eitt ónt ár.  Og stundum, tá okkurt heilt serligt er á vási, kennist tað eins og tíðin er støðgað – at vit eru partur av eini heild, ið er nógv størri enn vit. Tá eg var barn, høvdu vit í Klaksvík onga serliga traditión fyri at fara í kirkju jólaaftan – jólamorgun var tá stóri dagurin.  Men, pápi okkara, sum var fuglfirðingur, fór kortini altíð í kirkju jólaaftan. Og vit børn noyddust at bíða eftir jólatrænum og gávunum inntil hann kom aftur úr kirkju.

 

Eg minnist enn hvussu langur tann hálvurannar tímin hann var heimanífrá, kendist.  Hann fekk bara ongan enda.  Eg spurdi mammu túsund ferðir hvat ið klokkan var – og var veðrið til tað, so stóðu eg á hjállstrappuni og slotaði, um eg nú kundu hoyra biðisløgini, tí so vistu vit at kirkjufólkið var  á veg til hús. Eg minnist eisini jólamorgun í kirkjuni, tá vit sungu teir kendu sálmarnar og hoyrdu jólaevangeliið – um enn á donskum – at tá var tíðin ikki til.  Ella í hvussu so er, so var tíðin mettað – hon stóð still, og vit kendu ein farra av ævinleika.

 

Tá ið kirkjuárið og kalendarárið ikki renna samstundis, so er tað fyri at minna okkum á, at tað finst ein tíð og ein onnur tíð.  Í Nýggja testamenti verður tosa um chronos, sum er klokkutíð, dagar vikur og ár; og um kairos, sum er Guðs tíð, sum er tíðin, sum ein óendalig røð av avbjóðingum og møguleikum, og sum er tíðin, ið er hin rætta løtan, ið aldrin kemur aftur. Í Efesusbrævinum 5, 16 tosar Paulus soleiðis um at keypa hina lagaligu stundina, og tann lagaliga stundin er her á upprunamalinum kairos.

 

Í NT og í guðfrøðini er kairos fyrst og fremst Guðs tíð, ævinleikin, sum á ein serligan hátt bleiv sjónligur í og við barninum, sum varð føtt hina fyrstu jólanátt, tá mannaorð ikki vóru nóg mikið, men einglanir noyddust at byggja brúgv millum vannliga gerandisdagin í Betlehem og nýggju tíðina ið var komin. Sambært NT og guðfrøðini liva vit í tveimum paralellum tíðum, sum hava møtst – til dømis jólanátt, og páskamorgun – og sum stundum møtast í serligum løtum, og at kluftin millum hesar báðar tíðirnar ikki er so víð og so djúp, sum vit mangan halda.

 

Tá vit hugsa um ævinleikan og lív eftir deyðan, so hugsa vit vannliga um nakað, sum hoyrir frammtíðini til. Soleiðis er tað ikki í NT, har er ævinleikin komin inn í gerandisdagin longu nú – tað hevur hann sjálvandi altíð verið – men, í og við komu Jesusar hevur Skaparin staðfest hettar einaferð með alla. Forhangið millum gerandisdagin og ævinleikan skrædnaði úr erva og líka niður ígjøgnum langafríggjadag, tá tjaldið millum tað heilaga og tað allarheilagasta í templinum í Jerusalem skrædnaði úr erva og líka niður ígjøgnum.

 

Nú kunnu vit øll, sum so, ferðast tvørtur um tíðina.  Vit hava øll atgongd til tað allarheilagasta, til ævinleikan, um vit bara støðga á og geva okkum frið og stundir til at taka ímóti jólagestinum - lítla barninum í krubbuni, ið vekir tær bestu kenslurnar í okkum, og manninum á krossinum, ið rættir faðirarmar sínar ímóti okkum, og sigur: Komið higar til mín øll tit sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu. (Mth 11,28)

 

Tá vit eldast tykist tað eins og tað verður styttri og styttri millum jólini.  Tey eru ikki meira enn farin afturum, so eru tey aftur í durunum. Tey siga, at vit uppliva tíðina í mun til tað tíð vit hava liva, og í mun til tað tíð vit hava eftir at liva. Tá vit vóru børn, vóru dagarnir og mánaðanir langir, tí teir vóru so stórur brøkpartur av teirri tíð vit tá høvdu livað. Nú kenst tað fyri okkum, ið eru farin um tey sjeyti, eins og tíðin fýkur avstað, tí daganir og mánaðarnir vit hava eftir, bara eru ein lítil brøkpartur av teirri tíð vit hava liva.

 

Um tað er so, veit eg ikki. Men, styttri er tað í hvussu so er millum jólini, og hugnalig eru jólini. Tey eru helst fyrst og fremst høgtíðin hjá børnunum – ta væntan og tað gleði, sum børnini kenna í samband við jólini, missa vit helst so hvørt, sum vit eldast. Men, vit kunnu kortini gleðast saman við teimum. Sonn jólagleði er altíð evangelisk!

 

Hóast jólini ikki verða heilt tað sama, so hvørt vit eldast, eru okkara egnu barnajól so stórur partur av okkum, at eisini vit kenna tað eins og tíðin stendur still eina løtu, tá vit hoyra jólasálmarnar og jólaevangeliið. Onkur leingist kanska aftur til barna jólini.  Onnur tíverri, hava onki ella lítið gott gott at minnast afturá. Onnur stákast so nógv og keypa so nógv til jólar, at tey á allan hátt eru fyriløgst longu tá jólini byrja. Veruleikin er kortini tann, at jólini snúgva seg eisini um avmakt, og ikki bara um hátign og hugna – um ta avmagt, sum ger sannan stórleika møguligan. Tí hvat er eitt neyðars fátækt pinkubarn ført fyri?  Kann eitt nýføtt barn í heilatikið avrika nakað?

 

Svarið uppá tann spurningin kenna vit – vit halda jól, orsaka av tí sum hendi í ella nærhendis Betlehem fyri tveimum túsund árum síðandi. Eitt lítið hjálparleyst barn megnar enn at savnað ein triðing av øllum íbúgvum heimsins, ein dag, ella eina nátt um árið – ikki bara til hatur og hevnd, ikki einans til tað, sum ger skilnað okkara millum, men eisini til tað, sum savnar okkum øll undir einum stórum felagsnevnara, sum er guðskærleikin, ið er tilverunnar grundlóg.  Lítla hjálparleysa barnið í krubbuni er eitt neyðarróp frá Guði til alla mannaættina um at vit eiga elska hvønnannan í óspiltum kærleika, annars fer mannaættin til grundar!

 

Jólanátt og páskamorgun hoyrdist suð av einglaveingjum, og somuleiðis einglarøddir, tí, sum jødiska orðatakið sigur:  Hvørjaferð vit tosa um Guð, føðast einglar! Tá vit tosa um Gud og um tað guddómliga, tá er gerandismálið ikki altíð nóg mikið, tá noyðast vit at læna frá yrkjarunum, tá hava vit brúk fyri einglatosið, sum bindilið millum tað sum nú er, millum chronos og kairos, okkara tíð og ævinleikans tíð. Og tey boðini Guð bar okkum jólanátt, tá chronos og kairos møttust á ein serligan hátt, tey eru enn eins livandi á vørrum einglanna: Óttist ikki, tí sí eg kunngerði tykkum eisini stór gleðiboð . . .Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur . .

 

Gleðilig jól øll somul!

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund