Marna: Korona leggur enn meira trýst á heimatænustuna og eldrarøktina
NBH manglaði 15-20 starvsfólk undan korona, so við korona er støðan bara blivin enn meira álvarsom, sigur Marna Ellingsgaard Jensen, stjóri á NBH við Norðlýsið
Søgur hava gingið um, at eitt starvsfólk, ið var sett í sóttarhald var biðin um at koma til arbeiðis á Sambýlinum á Heygum hóast viðkomandi var í sóttarhaldi. Viðkomandi segði nei og dagin eftir var viðkomandi testaður positivur fyri korona. Vit vendu okkum til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra á Norðoya Bú- og Heimastænastu at hoyra nærri.
Marna sigur við Norðlýsið, at hon kennir ikki til hesa søguna, men leggur aftrat, at tey eru noydd at biðja starvsfólk sum eru í sóttarhaldi um at koma til arbeiðs, tí mangulin á arbeiðsmegi er so stórur. Tá hesi starvfólkini koma til arbeiðis so eru tey undir leiðreglum fyri "arbeiðssóttarhald" og tað er ein skipan, sum myndugleikarnir hava sett í gildið og tað eru strangir reglar fyri hvussu starvsfólk tá umgangast tey eldru og annars arbeiða uppá, upplýsir Marna.
NBH manglaði 15-20 starvsfólk undan korona, so við korona er støðan bara blivin enn meira álvarsom. Vit lýsa allatíðina eftir fólki, lýsingarnar vera nógv deildar og koma langt út, men ongin søkir størvini, sigur Marna við Norðlýsið at enda.