Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heðin Jacobsen f. 29/5-1957 – d. 29/12-2021

SKRIVAÐ: Nicolina  |  04.01.2022 - 05:37 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Ein dagin í 1962 ringdi telefonin her á Heygum. Tað var systkinabarn pápa, Maria úr Sandvík, sum ringdi at spyrja, um mamma kundi gera henni tann beina at hava miðlingasonin fyri hana í 14 dagar, meðan hon fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Tá ið kanningarnar vóru lidnar, skuldi hon koma norður at ferðast og hava drongin við sær suður aftur. Tað var gaman í, og stutt eftir stóð ein fittur og bragdligur smádrongur knappliga inni á gólvinum. Hann hevði eina suttu í hvørjari hond og tosaði eitt merkiliga fremmant mál. Hetta var Heðin, - hann var fimm ár, og eg var hálvt ár eldri. Eg var ein forkelaður eftirnølari, still og friðarlig og náttarravnur, hann var villur og lívligur, og morgunmaður um ein háls. Tað bar illa til at vera meira ymisk, enn vit.

Ein tíð gekk, men mamma hansara kom ikki eftir honum. Hon fór niður á Finsen og kom upp aftur í kistu. Pápi Heðin, Hjalmar, var sjómaður, og eldra systir hansara Adelbjørg og lítlibeiggin Sverri vuksu tískil upp saman við systkinabørnum sínum Marjuni og Sannu hjá mammubeiggjanum Niels Jóhannusi og Helenu, sum vóru gift inn til foreldur hansara, ommu og abba Heðin og ommubeiggja okkara.

Heðin varð verandi hjá okkum, og vit vóru góð við hann og hann við okkum. Serliga vóru mamma og hann nær knýtt.

Líka frá fyrsta degi var Heðin grammur eftir at fáa fong. Hann fór við vinmonnunum út í Grøv at fanga síl, og teir demmaðu ánna nakað omanfyri hjá okkum og sigldu á tunnuflaka. Men besta spæliplássið hjá Heðini var uppi við Borðoyarvík. Har uppi í Møl vóru hansara barnalond, har ið hann stóð á seiðabergi og kom heim við skrubbum og seiði, sum mamma stokti honum. Vit áttu bát og neyst uppi í Møl, og tað var skjótt, at tey litu honum til at fara við bátinum út at dyrgja. Teir vóru fleiri stórir dreingir, sum hildu til har uppi, og stundum mundi tað vera bara gott, at mammurnar ikki vistu, hvat ið teir tókust við, sum t.d. tá ið teir funnu upp á at seta tveir páhangsmotorar á eina lítla plastikkjollu, sum síðan fór við eldgrøv út eftir, næstan steyrrøtt í luftini, til annar páhangarin datt av, og so at dreggja eftir honum. Heðin fór út í Taravík at dyrgja og var altíð glaður við at koma við fongi til hús. Um hetta mundið fingu vit í húsinum eitt nýtt ítriv: at leita eftir brillunum hjá Heðini, sum stundum lógu á Flesjum, stundum á bøgarðinum undir trøðni og stundum á Hellisenda.

Heðin var úlvungi og grønur skóti hjá KFUM-skótunum og treivst væl har, hevði nógvar vinir, og ofta var lívligt her, tá ið vit spældu kort um kvøldarnar. Men í skúla tímdi hann ikki at ganga, og sama dag, sum hann fylti 14 og stutt frammanundan hevði fingið prestsins hond á høvdið, bað hann skúlanum farvæl og fór til skips.

Mamma og pápi hildu tó, at um hann skuldi hava sjógvin sum vinnuveg, so mátti hann hava eitt støði at standa á, og tey skipaðu fyri, at hann fór eitt skeið á Svendborg søfartsskole. Mamma fór sjálv niður við honum. Hetta gjørdist honum dyggur skúli. Har lærdu teir sjómansskap í breiðastu merking, og serliga varð dentur lagdur á trygd á sjónum. Hetta kom honum seinni til góðar. Eitt av fakunum í hesum skúla var at læra ymsar knútar, men her var Heðin sum gamal skóti langt frammanfyri hinar og dugdi longu allar teir knútar, sum teir skuldu duga. Tí fór lærarin at læra hann tað gamla sjómanskynstrið at gera listaverk úr togi, eitt nú sum prýði uttan á fløskur og flot, og hetta gjørdi Heðin heilt fitt við á ungum árum. Trol bøtti hann av handahógvi.

Heðin royndi mangar ymsar vinnur á sjónum, róði út, var í farmasigling við Elsu F., við línubáti o.s.fr. men mest var hann við trolara, og serliga var hann væl kendur í Barentshavinum. Hóast hann sum sagt ikki hevði nógvan hug til bókina, so eydnaðist honum at taka skiparaprógv á Klaksvíkar sjómansskúla í 1979. Hann helt stak nógv av lærarunum har og føldi, at teir vildu honum væl. Og prógvið var honum hent, tí at skjótt var hann á brúnni á Nónhamri, stundum sum stýrimaður og stundum sum skipari. Ein minniligan túr í 80’unum førdi hann Nónhamar, meðan 6 skipsførarar vóru millum manningina. Heima hjá okkum gjørdist altíð púra kvirt á middegi mánadag, tá ið útvarpstíðindini søgdu: “Frætt er frá trolarunum eystanfyri”.  Landið átti Nónhamar, sum Kjølbro-fyritøkan reiddi út, men tá ið kreppan rakti í 1992, seldi landið skipið undan teimum og læt manningina sigla sín egna sjógv. Tað var hart, men Heðin fótaði sær og fekk nakað eftir aftur kjans sum skipari.

Sum blaðungur fann Heðin saman við grannagentuni Kristionnu, og tey settu búgv her í Klaksvík og fingu fyrst eina lítla Mariu, men henni var ikki lív lagað. Síðan komu fýra synir, sum allir eru komnir væl fyri seg, og abbabørn eru komin aftrat. Tey bæði valdu at fara hvør til sítt beint eftir aldaskiftið, og tá leitaði Heðin aftur á gamlar steinar, keypti sær eini hús í Sandvík og fann frið í bygdarlívinum har suðuri. Har fann hann síðan saman við Hildigunn. Hann átti eitt sindur av jørð har suðuri og hugnaði sær við at hava veðrar. Hann var so góður við øll kríatúr og gav natúruni gætur.

Heðin hevur mangan brattan farið og ofta havt vátt undir føti. Ringast tó, tá ið Havaldan forlisti við Hetland 23/10-76. Tá kom honum til góðar tað, ið hann hevði lært í Svendborg á sinni. Heðin visti ikki nógv um síni fyrstu barnaár, men hann visti, at hann var føddur í hjálma, og tað var gamalt, at tann, ið var føddur í hjálma, skuldi ikki farast á sjónum. Eg hugsi, hann hvíldi í tí.

Seinasta skip, ið Heðin fekk at føra, var Safir hjá JFK. Tað var so hugnaligt, tá ið hann kom og fór frá skipi, at hann gloppaði hurðina her í barnaheiminum, fekk sær ein kaffimunn og prátaði eina løtu. Hann treivst væl umborð og var framvegis líka grammur eftir fiski, sum tá ið hann var smádrongur, og líka so gávumildur við tí, ið hann fekk, sum hann altíð hevði verið.

Sum sjómonnum líkt, so læt hann ongantíð væl at fiskiskapi  - “brúkiligt” var tað frægasta hann kundi siga. Nei, hann var ikki til stór orð. Heðin hevur ført manga veiðu til lands, og hansara partur lá so sanniliga ikki eftir.

Men brádliga fór heilsan at bila. Har varð alt gjørt, sum gerast kundi, og hann fekk holla og góða hjálp við nýggjastu viðgerðarmøguleikum. Ja, heilsuverkið legði óvanliga nógv fyri, men ikki eydnaðist at basa krabbasjúkuni. Hann bar hesa lagnu sera sinniliga, tók alt sum tað kom, leit fult og fast á, at læknarnir gjørdu tað, ið teir kundu,  og Hildigunn stóð honum trúføst við lið í øllum. Vikur og mánar niðri á Ríkissjúkahúsinum og nógvir túrar við flogfari aftur og fram til Keypmannahavnar varð tað til. Tey gramdu seg ikki. Hann visti, hvønn veg, ið tað bar nú til endans, og hesar myrkastu dagarnar millum jólanna er hann farin í  Harrans hendur!

Tað er tungt og óskiljandi at skula siga farvæl við tann yngsta í systkinaflokkinum. Ikki hoyra hansara eyðkenda látur, tá ið hann stuttleikaði sær yvir okkurt, ið vit høvdu sagt, ella ringdi at spyrja um okkurt hissini. Tilvildin og lagnan gjørdu, at Heðin gjørdist beiggi okkara, tað var okkum øllum til eydnu lagað og ríkaði okkum lívið. Saknurin er sárur. Kenni takksemi fyri, at tað lagaði seg soleiðis.

Kenni eisini takksemi og samkenslu serliga við Hildigunn og øllum hennara, Sverra og hansara - og synunum, Anfinni og Hjalta, Jákup Andriasi og Beinuri, sum í løtuni siglir í kjalarvørrinum hjá pápanum eystanfyri.

Vit lýsa frið yvir minnið um ein góðan beiggja!

Vegna systkini,

Nicolina

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…