Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nei Annika Olsen, Nú má eg forsvara Jørgen Niclasen

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  08.01.2022 - 16:18 Lesarabrøv Politikkur

Aftaná eitt so ljótt frekt, óerligt, diktatoriskt álop, við fríðari mikrofon í Degi og viku má mann tala at, ja sjálvt um eg alt mítt lív havi hoyrt til annan flokk so má eg átala títt orðaval í almenna sjónvarpinum.

 

Fyrst nøkur fakta: Fólkaflokkurin fór uppá væl við einari valskrá og hevði eina rúgvu av fólki uppstilla m. a. teg Annika. Fólkaflokkurin fekk eitt sera gott væl víð navngivnir persónar sum  blivu valdir inn á ting, har ímillum var ikki tú Annika. Tey sum blivu vald inn á ting vóru persónar og perónligheitir sum fólki dámdi, og tú var framvegis ikki ein av teimum. Tey gjørdu eina samgonguavtalu við aðrar flokkar; at soleiðis stýra vit Føroya land tey næstu 4 árini og tú var framvegis ikki ein av teimum, av tí einføldu grund at fólki hevði valt onnur enn teg inn á ting.

Tríggir av persónunum sum fólkið hevði valt so dyggiliga inn á ting, í Fólkaflokkinum, fóru so í landsstýrið so tú Annika saman við tveimum øðrum sum fólki framvegis ikki høvdu valt millum 8 tey fyrstu á Fólkaflokslistanum, sluppu inn á ting.

Nú skeiðið var hálvrunnið og veljarakanningar góðu andstøðuni góðan byr so valdi andstøðan at seta eitt lógaruppskot fyri tingið sum tey vistu (vælvitandi at vingliskøltar vóru at finna í samgonguni) kundi seta kílar í avtalaðu spælireglurnar hjá samgonguni, og væl var telva hjá andstøðuni tey funnu fleiri sum ikki duga at halda eina avtalu í hesi lúsa 4 árini, harímillum var tú sum als ikki var vald millum tey 8 fyrstu, umframt ein undanstøkkingur í Sambandsflokkinum.

Lygnurnar sum tú og andstøðan sendi út av tingsins røðarapalli og tykkara fríðu mikrofon í Foroya størsta gaysentrið Kvf, um at tit vildu verja børnini og geva øllum børnum í Føroyum líka rætt og møguleika, var og er ein kolasvørt lygn, tað vita tit væl tí hattar var eitt gayshow sum tit vildu spæla við í. Ein lygn, tí við orðunum “sammóður” so hava tit við lóg staðfest at øll børn ikki eru líka fyri lógini, tí børn at samkyndum pápum eru við hasari lógini sett uttanfyri allan líkarætt og møguleika.

Var tú erlig og meinti tað tú segði um líka rætt til øll børn so var ein sera einkult loysn uppá tað: nevniliga taka øll børn við og ikki bara tey hjá samkyndum kvinnum, men tað vildi tú ikki.

Fólkið valdi 8 navngivin fólk at umboða flokkin til komandi dyst, meðan tú bleiv vald at sita á útskiftingarbonkinum. Hesi 8 fóru so inn á vøllin har tey gjørdu avtalu við hitt liðið um felags reglur fyri komandi dyst. Tú bleiv so innskift og tá dysturin var hálvrunnin so kravdi tú at avtalaða reglugerðin fyri dystin skuldi broytast, tað fekk tú ikki meiriluta fyri, tískil skapti tú rok og rumbul fyri allar pengarnar, og nú fer tú við fríðari mikrofon frá Kvf og skuldsetir nakrar fáar fólkavaldar at vera diktatorar, bert tí tú ikki fekk diktera hvussu spælast skuldi.

Annika tú eigur at góðtaka tað, fyri demokratiðið skyld, at tit, við tær á odda, (sum nú sita meira og minni uttanfyri)  hava koyrt land okkara í eina stjórnarkreppu blivu als ikki vald av fólkinum at umboða flokkin.

Nei, veruleikin er tann, sambært tær sjálvari, at tú slapp ikki at diktera hvat tey 8 fólkavaldu Fólkafloks fólk skuldi hugsa og gera, tí koyrdi tú Føroya land út í eina stjórnarkreppu. Og tú eins og nøkur mikrifongræð fólk runt landið hava koyrt Fólkaflokkin í skeljasor, og ikki formaðurin Jørgin Niclasen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni