Lýsing
Lýsing
Lýsing

Transfer pricing í sjúkrahúsverkinum?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.01.2022 - 08:00 Tíðindi

Norðlýsið hevur biði um frágreiðingina, sum víst varð til í svarinum til grein-52 spurninginum, ið Frimodt Rasmussen setti landstýrismanninum í Heilsumálum undan jólum.

 

Frágreiðingin vísir, at Landssjúkrahúsið forvinnur heilt væl uppá at selja til aðrar partar í heilsuverkinum. Skiftisavkastið hjá Landssjúkrahúsinum frá at selja úr síni goymslu og til Heilsutrygd, Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús, umframt tað sum verður selt internt á Landssjúkrahúsinum sjálvum, liggur um eini 20%.

Spurningurin er, um tað kann vera rætt, nú øll sjúkrahúsini eru løgd undir ein og sama hatt og við felags leiðslu, at ein av teimum fyrrverandi sjálvstøðugu eindunum forvinnur nógv uppá at selja til hinar fyrrverandi sjálvstøðugu eindirnar, seg sjálvt og Heilsutrygd. Verður tað roknað um til rakstraravkast, t.e. tá útreiðslur eru mótroknaðar, er talan um millum 6% og 10%.

Hetta byggir á tøl frá 2018 og 2019, stendur í frágreiðingini um goymsluna á Landssjúkrahúsinum, ið SPEKT hevur gjørt.

SPEKT hevur annars fleiri atfinningar at goymsluni hjá Landssjúkrahúsinum og sigur, at ongar skrivligar mannagongdir eru fyri virksemi hjá goymsluni, goymsluskipanin er ikki integrerað við Búskaparskipan Landsins, toll- og fraktrokningar verða avgreiddar uttanfyri goymsluna, at burturbeiningar og svinn verður ikki skrásett, at mannagongdir vanta um avstemmingar, at goymslan er afturút við sínum rokningum fyri keyp, at flutningskostnaðir ikki verða eftirmettir og at ongar roknskaparligar uppgerðir verða gjørdar av samlaðu søluni í mun til samlaðu útreiðslurnar – og at tað helst merkir, at sølan er hægri enn útreiðslurnar.

Frágreiðingin sigur tó eisini, at sjúkrahúsini og Heilsutrygd sleppa nakað bíligari enn uttanhýsis keyparar. Viðv. teimum er skiftisíkastið hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum 31% og rakstraravkastið umleið 20%.

Í frágreiðingini verður eisini skrivað sum niðurstøða/úrslit av kanningini, at Landssjúkrahúsið má endurskoða prísásetingina bæði til innanhýsis og uttanhýsis keyparar, sum tað er orðað. Kanningin er dagfest 7. september 2021, so stóri spurningurin nú er, um Landssjúkrahúsið hevur gjørt tað.

 

Heilsutrygd spýtur 1.472.000 krónur í árliga raksturin hjá LS, ímeðan talið fyri Klaksvíkar sjúkrahús er 315.000 krónur

Lýsing
Seinastu tíðindini
U19 kvinnur­nar vunnu silvur
Framúrskar­andi "Friður á Pallinum"
Hannis fór til abban við steypinum
KÍ endaði kappingarárið væl
Tummas og Anna vunnu á Viðareiði
Felagssunnudag­skúli á Fossánesi
Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið
Móttøka á Djúpumýru fyri MEISTARU­NUM 202…
Myndarøð: KÍ Føroyameistarar 2025
Føroysku U19 kvinnur­nar leiktu seg í fin…
U19 menninir skulu leika um bronsu
Video: Gadus lagt at í Norð­havnini
KÍ leikarar verða heiðraðir á Djúpumýru
Upptakt: NSÍ-KÍ
Næstbesta liðið hjá KÍ flutti niður í 2.…
Veðrið um vikuskiftið
Valevnislisti til Kirkju­ráð­svalið
U19 menninir skuffaðu
U19 kvinnur­nar góða byrjan
Nærveruvika - Alt landið luttekur