Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Á árligu Jobmatch starvstevuni fara føroyskar fyritøkur, kommunur og almennir stovnar at bjóða seg fram fyri at koma á tal við útisetar og arbeiðsmarknaðin sum heilt. Eftirmetingar frá 2024 vísa, at yvir 100 vitjandi á Jobmatch fingu bjóðað eitt ítøkiligt starv, eina uppgávu ella eitt starvsvenjingarpláss. Hetta svara til umleið 20% av øllum vitjandi, og er nakað hægri enn vanligt.
Stórsti parturin av teim vitjandi, svarandi til 70%, er millum 20 og 35 ár. Hetta er galdandi fyri bæði kvinnur og menn.
Í ár luttaka 88 fyritøkur og stovnar á Jobmatch og tað er tað mesta nakrantíð. Stóra luttakaratalið ber boð um harða kapping á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eftirmetingar vísa eisini, at luttakarar hava stóran áhuga í at koma á tal við útisetar og við fólk undir lestri, eins og við útbúgvin fólk, sum búgva í Føroyum.
Jobmatch verður í ár í Stórhøllini við Tjarnir. «Vit royna nýggjar karmar í ár, tí tiltakið er blivið ov stórt til at rúmast í Norðurlandahúsinum, har vit hava verið í mong ár» sigur Katrin I Gregersen, samskipari. Starvstevnan byrjar týsdagin 30. desember kl. 12, og til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.