Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pedda - 100 ár

SKRIVAÐ: Maud Charlotta Á Geilini  |  13.01.2022 - 07:33 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

12. januar hevur altíð verið ein serligur dagur í okkara húsi, tí tá hevði Pedda føðingardag. Nú ein øld er runnin, síðan hann var borin í heim, vil eg við hesum orðum minnast aftur á Pedda, lív hansara og hvussu eg minnist hann.

Eg eri vaksin upp við Pedda í húsinum og hann fylti nógv, har hann var, bæði í familjuni og í bygdarlívinum í Svínoy og aðrastaðni har hann kom.

Pedda var elsti sonur Jógvan og Elsebeth Malenu Olsen (á Geilini) í Svínoy og hann var pápabeiggi mín. Hansara fulla navn var Petur Jógvan Olivur Olsen; hinir brøður hansara vóru Olivar Olsen, Esbern á Geilini (pápi mín) og yngstur var Jukim Olsen. Men Pedda hevði tvey systkin, sum honum ikki untist at hitta hesumegin. Tey vóru Óluva og Hans Pauli, sum bæði doyði av tuberklum í ávikavist 1915 og 1916. Í 1919 doyði Petra, mamma teirra, eisini av turberklum. Umframt at missa konu og børn, so hevði abbi nøkur fá ár frammanundan, í 1912, mist tveir brøður í bátsvanlukku, tá báturin Jarnbardur, sum teir vóru við, varð ásigldur av enskum trolara. Abbi kom sjálvur annar frá hesi vanlukku við lívinum, meðan fimm mans druknaðu, harímillum tveir brøður hansara, Ólavur og Hans Pauli. So abbi hevði sannað, hvussu sárbært og beiskt lívið kann verða.

Abbi giftist uppaftur og fekk fýra synir í seinnu giftu, og av teimum var, sum áður nevnt, Pedda tann elsti. Pedda var ikki sum hini, hann var menningartarnaður. Mær er sagt, at hansara handikapp kom av, at hann sum heilt lítil gjørdist illa sjúkur av kikhosta. Hann misti ondina, og tey mundu ikki fingið andadráttin í gongd aftur. Tá á døgum var Anna Katrina hjá Jóa tann, sum svínoyingar fóru til, tá brúk var fyri hjálp, og soleiðis var eisini í hesum føri. Arbeitt var upp á lítla nýføðingin, men tá tey høvdu uppgivið at fáa hann at anda aftur, gjørdi Erling hjá Jóa (sum tá bert var ein smádrongur um 10 ára aldur) eina roynd afturat at fáa lív í lítla barnakroppin, og nú bar til. Pedda dróg aftur andan, men heilin var skaddur, og tað setti síni spor í menningina hjá Pedda. Hann gjørdist ongantíð fullførur, men fyri tað tók hann lut í mestsum øllum vanligum arbeiði, sum hoyrdi seg til úti á bygd í farnu øld. Hann var við í hoygging, var burturi í torvi og hevur mangan torvleypin borið at húsum. Eisini dámdi honum sera væl at ganga á seiðaberg. Minnist sum barn, hvussu dunkini frá smiðjuni handan Garðar, hoyrdist um alla bygdina. Tá sat Pedda í smiðjuni og dukaði botnin úr tómum oljutunnum. Tær tómu tunnurnar vórðu lagdar í veitir, fløg løgd omaná, og so var gangandi yvirum. Tað lá altíð frammalaga hjá Pedda, at hann skuldi gera okkurt til nyttu. At rippa gjørdi hann eisini nógv av. Á borðinum í stovuni lá næstan altíð eitt bunti, sum Pedda var í ferð við at rippa. Honum dámdi eisini sera væl at ganga ørindi fyri fólk, og flestu hús í Svínoy fingu ofta Pedda á gátt. Tí sosialur var hann, og hann elskaði at vera saman við fólki.

Legði Másin at í víkini, so var tað næstan ikki dagur, at Pedda ikki stóð á keiini og tók ímóti. Var kirkjugongd ella møti í salinum, so kundi man vera vísur í, at Pedda sat har á sínum fasta plássi. Pedda varð ongantíð konfirmeraður, tí fyrr í tíðini vóru nokk so hørð krøv sett til konfirmantarnar, hvat teir skuldu duga, so tað slapp hann ikki. Tá onkur vildi speireka Pedda við at spyrja hann, nær hann skuldi konfirmerast, so dugdi hann væl at svara aftur. “Eg fari at konfirmerast, tá Líggjas verður konfirmeraður” var svarið. Líggjas Hansen (seinni á Váli) var javngamal við Pedda, og hann hoyrdi til brøðrasamkomuna og bleiv tí ikki konfirmeraður.

Pedda hevði eisini humor. Honum dámdi væl at skemta og hevði onki ímóti um fólk í allari vinaligheit arbeiddu eitt sindur upp á hann. At senda fólk apríl, dámdi honum sera væl - kanska serliga á yngri árum. Klassikarin hjá honum var at siga, at onkur ær hevði lembt, tað royndi hann seg við á nærum hvørjum ári, og tað hendi seg meira enn so, at onkur varð lumpaður. Svínoyingar høvdu ein tarv, og hann stóð vanliga bundin í tarvafjósinum, og tað eina árið boðaði Pedda frá, at tarvurin var leysur. Svínoyingar tóku seg saman og fóru út at fáa fatur á leysa tarvinum, men tá stóð Pedda í skellilátri og rópti apríl. Haldi ikki at svínoyingar hildu tað vera so stuttligt, men Pedda stuttleikaði sær óført.

Mær er eisini fortalt – eg eri ikki heilt vís í um søgan er sonn – at Pedda eina ferð varð spurdur um, hvat hann hevði hugsað sær at verið, og svarið kom uttan drál. “Hevði eg ikki verið bíttur, so hevði eg verið sakførari”. Ivist onga løtu í at hann hevði brillerað sum sakførari, hevði hann ikki havt tær avbjóðingarnar, sum hann hevði.

Pedda var góður við sína heimbygd Svínoy, og ikki minst síni bygdafólk. Hann mintist sera væl føðingardagar og hevði skil á hvørjum tí einastu føðingardegi í bygdini. Sjálvur gekk hann høgt upp í sín føðingardag og familja, kenningar og svínoyingar, sum vóru fluttir av oynni, vórðu eisini ófør at minnast til hann á føðingardegnum.

12. januar hevði Pedda úr at gera við at tosa við fólk, sum ringdu bæði nær og fjar at ynskja honum til lukku á føðingardegnum. Tað kom eisini fyri at menn, sum silgdu úti, ringdu til Pedda at gratulera og tá má havast í huga, at telefonsambandið ikki var tað sama sum nú. Allar hesar uppringingar setti Pedda sera stóran prís uppá. Tað bleiv skrivað niður, hvør hevði ringt, og tann listin kundi verða rættiliga langur. Pedda var ikki ein, sum stúrdi fyri at gerast eldri, harafturímóti var hann errin av at vera komin upp í tað eldra kompaníið, sum hann tók til. Hann hevði altíð stóra virðing fyri teimum gomlu og teimum, sum vóru eldri enn hann.

Pedda var morgunmaður. Var á fótum so skjótt, sum hann vaknaði. Har var onki við at leggja seg á hina liðina. Hann fór upp beinanvegin. So hann skilti als ikki, at man vildi sova longri í vikuskiftinum og aðrar frídagar. “Komið upp, sovið ikki dagin burtur” plagdi hann at siga, tá hann purraði okkum út um morgunin. Vit kundu hoyra hann tosa við seg sjálvan niðri í stovuni, tá hann helt, at vit ikki vóru nóg tíðliga á fótum. “Sova, sova, sova” plagdi at lata í honum og um ongin kom upp, so bleiv hann meiri og meiri harðmæltur. Men so skjótt onkur kom oman av loftinum, so varð lagið aftur gott.

Svínoyarbygd var karmur um lívið hjá Pedda. Her vaks hann til og her búleikaðist hann alla sína tíð. Tað kom ongantíð upp á tal at senda hann av landinum, sum annars bleiv gjørt við mong í hansara støðu. Men Pedda var av og á burtur og ferðaðist nakrar vikur í senn. Á frítíðarheiminum í Skrivaragøtu treivst hann væl, og honum dámdi sera væl at vera til arbeiðis á Verkstaðnum Vón. Minnist hvussu keddur hann bleiv, tá útvarpið bar tíðindini um at Verkstaðið Vón var brunnið í grund. Eisini plagdi hann at ferðast ymsastaðni í Føroyum og eina ferð var hann í Danmark. Hetta vóru ferðir, sum Frítíðarheimið skipaði fyri, og hetta gleddi hann seg til hvørt summar, líka til hann ikki longur orkaði at vera við. Hann var eisini fleiri ferðir á Dýri Bíðidagslegu á Zarepta.

Pedda dugdi nakað til at lesa og skriva. Hansara handskrift var nakað ótýðilig, men vit sum vóru von at síggja hana, kundu lesa, hvat hann ætlaði at skriva. Hann sat mangan við Svínoyarbókini hjá J. Símun Hansen, og hann hevði væl skil á, hvat stóð í har. Av einhvørjari orsøk, so eru eg og yngra systir mín, Steinunn, ikki komnar við í Svínoyarbókina og hetta var Pedda sera harmur um. So hann hevur tí við penni, skrivað okkara nøvn í bókina.

Ættkærur var hann, og eg minnist hvussu stoltur hann var, tá hann í 1980 bleiv abbabeiggi fyri fyrstu ferð. Tað var ein tittul, sum hann var sera fegin um. Og hann gleddist um øll børnini, sum løgdust afturat í familjuni.

Men eins og øll onnur, so eldist Pedda eisini, og tey seinnu árini var hann illa gongdur og hetta avmarkaði hann rættiliga nógv. Óli og Pedda vóru tveireinir í húsi og heimahjálpirnar, Amalia og Hanna, passaðu hann væl. Teir seinastu fimm mánaðirnar var Pedda á Norðoya Røktarheimi, har hann andaðist stutt fyri jól í 1998, 76 ára gamal.

Pedda ivaðist ikki í, at tá hann fór her frá, so fór hann heim til Jesus, og í himlinum fór hann at síggja tey aftur, sum vóru farin undan honum, ikki minst síni hálvsystkin, sum hann ongantíð hevði sæð. Hetta gjørdist alt meira veruligt fyri honum, sum hann eldist og viknaði, og vit kundu hoyra hann, tosa við seg sjálvan um hetta, tá hann lá einsamallur í kamarinum.
Meðan eg skrivi hesar reglur, so havi eg lurtað á netinum eftir stórmøtunum hjá Heimamissiónini og nú syngja tey hendan sangin “Tað finst ein vón”. Seinasta ørindi ljóðar soleiðis:

Tað finst ein vón,
sum royndir lívsins stóð,
sum hevjar eygað upp um grøv og deyð,
har eg skal skoða hann,
sum leið og læt sítt blóð,
og dýrdina hann beyð.
Tá endar sorg og líðing svár,
Og turkað verður burt hvørt tár.
Mín sál skal kenna hvørja gleði, gleim,
Tí hon er komin heim.


Hesa vónina átti Pedda. Hvat er tað ikki gott, at eiga eina slíka vón, bæði tá lívið stendur í fagrasta blóma, og tá megin viknar.

Takk tit øll, sum vóru góð við Pedda, høvdu tol við hann og sum góðu tykkum stundir at vera saman við honum og práta við hann. Tí hvat er lívið uttan relatiónir? Eitt vinaligt orð, ein hjálpandi hond og tað at geva sær stundir til hvønn annan, hevur helst størri týdning, enn vit geva okkum far um.

P.S.
12. januar er enn ein serligur dagur hjá okkum, tí Petur Takamasa, systirsonurin, hevur eisini føðingardag hendan dagin, og í ár fyllir hann 21 ár. Og nú Pedda hevði fylt hundrað, so veit eg ein svínoying, sum fyllir 75 ár. Pedda fylti nevniliga 25 ár, tá Øssur varð føddur. Øssur plagdi at hava til frægd at siga við Pedda, at teir vóru javngamlir, men tað mótmælti Pedda altíð harðliga. “Lærari og dugir ikki at rokna” plagdi hann at siga Hjartaliga til lukku við degnum Petur og Øssur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…