Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gladiatorarnir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.01.2022 - 16:01 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Komandi mánakvøld, 17. januar klokkan 19.55 "Prime Time", vísur Kringvarp Føroya ein nýskapandi løtufilm: 10-mannaførini 2021

Tíggjumannafarið Klaksvíkingur vann, sum einasti bátur, allar róðrarnar í fjør. Komandi mánakvøld, 17. januar klokkan 19.55 "Prime Time", vísur Kringvarp Føroya ein nýskapandi løtufilm: 10-mannaførini 2021. Filmurin er trýbýttur - Klaksvíkingur, Havnarbáturin og Ormurin Langi - og rógvarar fortelja sínar søgu. Hjálmar Hátún og Magnus Norðberg fortelja um tjóðarítrott føroyinga. 


Síðan fortelja teir ungu umborð á Havnarbátin um avbjóðingar at manna bátin. At enda fortelja tríggir umborð á Orminum Langa teirra søgur við virðing. Ein teirra er klaksvíkingurin Kristian Linklett Mortansson, sum eisini áður hevur róð við Klaksvíkingi. 


Dugnaliga stýrikvinnan umborð á Klaksvíkingi, Ella Jógvansdóttir, tekur stóra ábyrgd á seg. Hon hoyrist telja hart meðan teir allir seta á við tamarhaldi á áralagnum. Hon hevur skil á venjing og peppar teir við neyvleika og smáum mennandi setningum. Eisini síggja vit ein pøstan Benjamin E. Sigursson liggja við bryggjukantin á Norðoyastevnu aftaná at teir spakuliga tóku Ormin Langa aftur, og í endaspurtinum yvirhálaðu kongarnar, sum hava verið meistarar í trý ár á rað.


Startskotið til filmin. Tvey samdøgur eftir gullið á Varmakeldu í fjør, spurdi stigtakarin til filmin venjarin og rógvaran Magnus Norðberg um sleppa at seta upp tvey GoPro kamera umborð á Klaksvíking, hetta sum eitt hugskot til ein dokumentarfilm. Magnus játtaði, og sostatt var tað startskotið til filmin “10-mannaførini 2021”, sum menti seg til ein ítrottardokument á næstan 26 minuttir. Hettar er fyrsti filmur hjá Edmundi S. Jacobsen, sum viðmerkir at hettar er besta umrøðuevni sum var at finna. Kringvarp Føroya sendir filmin komandi mánakvøld kl. 19.55, endursendur eisini filmin og setir síðan í KVF savnið. Myndir: ESJ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…