Lýsing
Lýsing

BBN spyr FH

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.01.2022 - 13:32 Politikkur Tíðindaskriv

Formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini í Runavíkar kommunu hevur sent soljóðandi skriv til Føroya Handverksmeistarafelag í samband við verkætlanina at byggja svimjihøll í Runavík:

Viðv. viðmerkingum hjá Føroya Handverksmeistarafelag um verkætlanina at byggja svimjihøll í Runavíkar kommunu

 

Eftir nýggjár hevur Føroya Handverksmeistarafelag í tveimum umførum verið í miðlunum og funnist at, at tilfarið í verkætlanini at byggja svimjihøll ikki er á tí støði ið skal til, fyri at bjóðast kann uppá arbeiðið.

Tann 4. januar var Marius Thomassen, ráðgevi felagsins, í útvarpinum hjá KVF og greiddi frá, at tilfarið var ikki nøktandi, og tí hevði man heitt á limir felagsins um ikki at bjóða. Hinvegin, so var eisini víst á, at tilfarið upprunaliga var nógv verri, og at kommunan eftir áheitan frá felagnum hevði bøtt munandi um tilfarið. Niðurstøðan í tí samrøðuni var, at tilfarið var næstan klárt og bert smávegis ábøtur skuldu gerast.

Eftir at Dagur og Vika mánadagin tann 17. januar bóru tíðindini um, at borgarstjórin í Runavík nú hevði skrivað undir partalagsavtalu við Kanjón,var Handverksmeistarafelagið, í gjárskvøldið aftur í tíðindunum. Hesuferð formaðurin sjálvur í Degi og Viku.

Í tíðindasendingini fanst formaðurin at handfaringini hjá kommununi. Magnus Magnussen sigur m.a. at

“Tað var so ógreitt, at teir vistu simpultenn ikki hvat teir bjóðaðu uppá. Eg vil siga, at tað var so lítið skil á útbjóðingartilfarinum, at tað var næstan óbrúkiligt. Vit hava eina avtalu við byggiharrasamtakið – tað er ABF 06 – og tað livdi slett ikki upp til tað”

Seinni í samrøðuni vísur formaðurin á, at limir felagsins kunnu koma heilt út í óføri av verkætlanini, og nevnir í tí sambandið at “Glasir er ikki gloymt enn”

Í mínum hugaheimi er talan um rættuliga ógvusligar útsagnir, og um útsagnirnar hjá formanninum eru rættar, so er støðan ógvuliga álvarslig. Eg fari tí, sum býráðslimur og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at seta Føroya Handverksmeistarafelagið hesar spurningar:

1.  Í samrøðuni við Marius Thomassen tann 4. januar fær lurtarin ta fatan, at bert smávegis manglar eru við verkætlanini. Hon er góð, og tørvur er bert á smávegis ábótum áðrenn tilfarið er nøktandi. Hinvegin, so sigur formaðurin í samrøðu við Dag og Viku tann 18. januar, lítið og onki skil er á tilfarinum

Spurt verður hvør støðan hjá felagnum veruliga er. Er tilfarið gott, við fáum manglum, ella er tilfarið nærum óbrúkiligt?

2.  Hvørjar ítøkiligar manglar veit formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag um, ið gera at tilfarið – eftir hansara tykki – er nærum óbrúkiligt og kann leiða møguligar arbeiðstakarar út í óføri?

3.  Hvørjar ítøkiligar ásetingar í ABF 06 lýkur tilfarið ikki?

4.  Við støði ið svarunum til omanfyristandandi spurningar verður spurt um í hvønn mun kann verkætlanin at byggja svimjihøll í Runavík samanlíknast við verkætlanina at byggja miðnámsskúla í Marknagili?

5.  Hví bíðaði Føroya Handverksmeistarafelag til hálvan fjórða tíma áðrenn freistina við at boða kommununi frá, at man metti at manglarnir vóru so mikið álvarsligir at man mælti limum sínum frá at bjóða?

6.  Sambært borgarstjóranum hava somu fyritøkur sum ikki vildu bjóða tann 8. november, kortini vent sær til kommununa í fleiri umførum tí man kortini var áhugaður at bjóða. Spurt verður um hvørja støðu Føroya Handverksmeistarafelag felagið hevur til hetta?

Býráðið í Runavíkar kommunu skal, um stutta tíð, taka avgerð um hvørt svimjihøllin skal byggjast. Talan er um eitt stórmál í okkara høpið – helst størsta málið alt hetta valskeið. Tí er tað av avgerandi týdningi at grundarlagið undir okkara støðutakan er so væl upplýst sum gjørligt.

Sum kunnugt verður partalagsavtalan við Kanjón viðgjørd á býráðsfundi tann 27. januar. Eg vænti mær tí eitt skrivligt svar frá Føroya Handverksmeistarafelagið í so mikið góðari tíð, at býráðslimir hava stundir til hava svarið við í sínum fyrireikingum til býráðsfundin.

At enda fari eg at mæla til at Magnus Magnussen, formaður og Marius Thomassen, ráðgevi, koma á fund við Runavíkar kommunu, soleiðis at teir býráðslimir ið ynskja tað kunnu seta teir spurningar ið tørvur er á. Ynskiligt hevði verið at hildið tann fundin áðrenn býráðsfundin tann 27. januar.

 

Vinarliga

Tóri Højgaard
býráðslimur
formaður í byggi- og býarskipanarnevndini

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin