Lýsing
Lýsing
Menninir handa Com-Data: Jógvan Eliasen, Líggjas í Bø, Símon Pauli Konoy og Olivur Thomsen | Mynd: Eybjørn Jacobsen

Tá Com-Data kollvelti Føroyar

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther/EyBi  |  22.02.2022 - 13:11 Mentan Tíðindi Vinna

Tað er eingin ivi um, at klaksvíksfyritøkan Com-Data eigur størsta heiðurin av, at tað gekk so skjótt at teldugera føroyska vinnulívið og landið annars frá 1980 og frameftir.

Soleiðis tekur rithøvundi til bókina "Com-Data 40 ár", Kári Mikkelsen til, og hann greiðir víðari frá:

Søgan um Com-Data er rættiliga serstøk í føroyskum høpi, at tveir menn hvør á sínum øki tilvildarliga hittast á einum telduskeiði í Klaksvík síðst í sjeytiárunum. Líggjas í Bø sum tann ídni íverksetin, og Símun Pauli Konoy sum tann stóri teldusnillingurin.

Saman sóu teir avgerandi møguleikar í teldutøknini, sum nóg illa var komin í gongd, tá teir stovnaðu fyritøkuna Com-Data í august 1980. Ein fyritøka, ið fekk ógvuliga avgerandi týdning fyri menningina av teldutøknini í Føroyum og øllum tí føroyska samfelagnum upp gjøgnum áttatiárini og síðan frameftir.

Samanrenningin millum hesar báðar føroyingarnar er ikki sørt lík søguni um teir báðar amerikumenninar Steve Jobs og Steve Wozniak yviri í USA í sjeytiárunum, har teir í bilhúsinum hjá Steve Jobs í Los Altos í Kalifornia fóru undir at menna smáteldur, so tær kundu gera nyttu. Her varð grundarlagið lagt undir Apple, sum í dag er ein av heimsins størstu og ríkastu fyritøkum.

Í frægasta føri hevði tað tikið fleiri ár longur at sett hol á ta menningina, um hesir framfýsnu og framskygdu menn ikki vóru farnir í gongd við tað arbeiðið, sum fyritøka teirra og starvsfólkini í Com-Data løgdu fyri dagin í áttati- og nítiárunum. Eisini var Com-Data fyrsti føroyski veitari av pc-arum. Hetta er grundarlagið undir bókini “Com-Data 40 ár” við undirheitinum “Ein føroysk fyritøka uttan fordømi,”sum verður givin út
nú um dagarnar.

Bókin umrøður bæði tíðina, tá Com-Data byrjaði sítt virksemi, tá tað var í hæddini, og somuleiðis, tá tað gekk aftur á hond hjá fyritøkuni. Samrøður eru gjørdar við høvuðspersónarnar og onnur av teimum, sum starvaðust í fyritøkuni, eins og við fleiri samstarvsfelagar, ið fingu stóra gleði og nyttu av veitingum og tænastum frá Com-Data.

Somuleiðis gevur bókin ígjøgnum søguna um Com-Data eina mynd av, hvussu góðar tíðirnar vóru í Føroyum upp gjøgnum áttatiárini. Samfelagshjólini mólu alsamt skjótari, til stígur síðst í áttatiárunum kom í bæði vinnulívið og samfelagið alt. Hetta elvdi síðani til, at landið fór á húsagang í oktober 1992, og størsta samfelagskreppa, ið hevur verið her á landi, tók seg upp.

Tað er forlagið Skálagarður, ið gevur bókina út, sum verður at fáa í bókabúðunum kring landið, og høvundur er Kári Mikkelsen, journalistur.

Tiltak er í Miðhøllini týskvøldið 22. februar klokkan 19.30, har Kári Mikkelsen fer at siga eitt sindur um bókaútgávuna, og umboð fyri upprunaliga Com-Data verða til staðar.

Týsdagur kl. 19.30                 

Miðhøllin                          

ComData 40 ár – Kári Mikkelsen, rithøvundi og tíðindamaður greiðir frá

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald