Lýsing
Lýsing
At politikararnir fara í miðlarnar at keglast um klokkutíðir og føroyskan riddarakross er týðiligt tekin um, at kinkur er í samgonguni um stórmálini.

Soðið tynt niður í riddarakrossar og summartíð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.03.2022 - 14:21 Leiðarin Politikkur

Føroyar kunnu ikki liva leingi við einum handlingslamnum Landsstýri, ið ikki fær talt upp í 17. Men tað er tíverri tað, vit hava í løtuni. Tað einasta málið, sum full semja er í samgonguni um, tykist vera at gera ein føroyskan riddarakross. Og tað einasta málið, sum kempað verður fyri, er um Føroyar skulu hava summartíð alt árið.

 

Sitandi samgonga legði bragdliga fyri. Fiskivinnulóggávan skuldi fáast á rættkjøl aftur, málið um gongd í haga skuldi avgreiðast; undirsjóvartunlarnir, ið eru útgoldnir, skuldu gerast ókeypis, viðgerðartrygd skuldi fáast í lag, pensiónirnar skuldu hækka, og so framvegis, og so framvegis. Men við undantakinum av fiskivinnulóggávuni, hevur sitandi samgonga ikki avrikað nógv, tá tað kemur til gylt lyftir. Í staðin verður bollast í Smátingsdeildini við bringuprýðum og klokkuflyting.

Nú á nýggjárinum skuldu bummgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum avtakast. Men partafeløgini, ið reka tunlarnar, kempa ímóti – sjálvandi, tí annars verða tey arbeiðsleys. Men eisini samgongutinglimir hava úttrykt ein skepsis fyri ætlanunum hjá egna landsstýri. Tískil hevur Fíggjarnevndin enn biðið um longda freist at viðgera málið. Tí her er ikki semja.

Hetta við at mál koma í drag er rættiliga troyttandi fyri øll onnur enn politikararnar. Hvussu leingi skulu vit bíða eftir at fáa greið boð um, hvørt undirsjóvartunlarnir verða ókeypis at koyra ígjøgnum ella ikki? Hvussu leingi skulu bøndur, ferðavinnan og vanligir borgarar bíða eftir at fáa svar um, hvat tað blívur til við gongd í haga? Her hevur landsstýrismaðurin enntá kastað handklæðið í ringin. Tí heldur ikki her er semja.

Øll eru vit greið yvir, at samgongan, serliga Fólkaflokkurin, hava havt eitt tógvið stríð við landsstýrissessunum, men tað er ongin umbering. Tí eisini Danmark og sjálvt NATO bíða eftir, at Føroya Landsstýri tekur eina avgerð – og har er tað ikki Fólkaflokkinum, bíðað verður eftir. Tað er heldur ikki Fólkaflokkinum, bíðað verður eftir í málinum um gongd í haga. Og Samferðslupakkin liggur altso í tinginum, ikki í Landsstýrinum, so vit mugu fáa svar skjótt.

Onkursvegna tykist tað, sum um samgongan bara hongur saman av gomlum vana. Hon er ikki samd um Samferðslupakkan; tað vita vit. Eftir øllum at døma er heldur ikki innanhýsis semja um radaran á Sornfelli. Og málið um gongd í haga tykist ongan enda at fáa. At tað eisini var soleiðis til tíðir undir undanfarnu samgongu, er rætt, men tað er heldur ongin umbering.

Góða samgonga! Tit lovaðu at avtaka fiskivinnunýskipanina hjá undanfarnu samgongu, og tað hava tit megnað. Men um tað er tað einasta stóra málið, tit avrika, áðrenn kalendarin sigur 2023, so tapa tit heilt víst valið. Tað eru allar veljarakanningar eisini á einum máli um. Tit verða heilt einfalt noydd til at taka avgerðir og seta tær í verk, og tað skjótt, skulu tit út aftur í Tinganes.

Føroyar kunnu ikki liva leingi við einum handlingslamnum Landsstýri, ið ikki fær talt upp í 17. Men tað er tíverri tað, vit hava í løtuni. Tað einasta málið, sum full semja er í samgonguni um, tykist vera at gera ein føroyskan riddarakross. Og tað einasta málið, sum kempað verður fyri, er um Føroyar skulu hava summartíð alt árið.

Kringvarpið leyp gamaní á bláman við báðum beinum og hevði ein hálvan Bredda um summartíð, men øll vit onnur í landinum duga fullvæl at síggja, at petitessur sum føroyskur riddarakrossur og ævig summartíð bert eru roykslør, ið skulu dylja fyri, at stórmálini eru farin í syltukrukkuna vegna vantandi førleikar at telja upp í seytjan.

Enn einaferð, góða samgonga: Takið tykkum nú saman, takið neyðugu avgerðirnar, og setið tær í verk. Vit hava longu bíðað ov leingi eftir tykkum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík
Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjar­lig…
Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetin…
Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Krabbamein – ein ring sjúka