Lýsing
Lýsing
Lýsing

Beinir spyr um grótið í nýggju tunlunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.04.2022 - 17:34 Politikkur Tíðindi

Tí hevði verið áhugavert at vita, um nøkur ætlan er um, hvussu man kann dagføra vegakervið í økinum, har tunnilsgerðin er. Um so er, hevði tað verið upplagt, at grót úr tunnilsgerðini kundi verið gagnnýtt til tær ætlanir, spyr norðoyatingmaðurin partamann sín Una Rasmussen

Spurningar:

  • Er alt grótið, ið fæst burturúr tunnilsarbeiðinum, umbiðið?
  • Fyriliggur nøkur ætlan, har grótið kann verða gagnnýtt at betra um vegakervið í økinum?

Viðmerkingar:

Spennandi verkætlanin, teir nýggju tunlanir norður um Fjall, hevur gingið sera skjótt, síðan fyrsta skotið bleiv latið av tann 30. september 2021. Tað hava verið um 100 metrar boraðir um vikuna.

Tað hevur verið alment frammi um onkra verkætlan, har grót úr tunlunum verður nýtt, eitt nú útfylling í Norðhavnini í Ánunum. Áhugavert hevði verið at vita, um alt grótið er umbiðið, tí hugsast kann, at kommunurnar í økinum hava áhuga í at ogna sær nakað av grótinum til útbyggingar av ymsum slag.

Eisini eru partar av vegakervinum í økinum, ið hava tørv á dagføring, nú nýggju tunlarnir uttan iva fara at hava økta ferðslu við sær. Eitt dømi er svingið, tá komið verður til Depils, ið hevur tørv á at verða dagført.

Tí hevði verið áhugavert at vita, um nøkur ætlan er um, hvussu man kann dagføra vegakervið í økinum, har tunnilsgerðin er. Um so er, hevði tað verið upplagt, at grót úr tunnilsgerðini kundi verið gagnnýtt til tær ætlanir.

Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna