Lýsing
Lýsing

Uttan tunlar vóru vit fátæk

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.04.2022 - 10:27 Leiðarin Mentan Vinna

Hvat er neyðugt fyri eina sterka tjóð? Tað eru ikki bygningar, politikarar, -frøðingar ella fyrisiting, hóast hesi verða raðfest ovast í Føroyum. Í ein ávísan mun eru tað gamaní pengar – tað slepst ikki uttanum –, men sanniliga eisini mentan og – samferðslukervi.

 

Hugsa um tað. Tað, sum gjørdi Rómverjaríkið til eitt heimsveldi ella imperium var fyrst og fremst, at ríkið læt vegir gera millum Rom og provinsirnar, soleiðis at vørur ómakaleyst kundu flytast til og frá og harvið handlast. Tað er haðani, at vit hava orðatakið “Allir vegir føra til Rom”. Fleiri staðni í Europa eru hesir vegir varðveittir og vitna týðiliga um, hvussu nærlagdir og skipaðir, rómverjar vóru.

Lagnuárið 1776 skrivar skotin Adam Smith høvuðsverk sítt “The Wealth of Nations”, ið meira ella minni er “Bíblian” hjá búskaparfrøðini. Her ger hann nógv burturúr týdninginum av einum framkomnum flutningskervi fyri bæði vinnulívið og fyri samfelagið alt. Eitt vælvirkandi samferðslukervi er alfa og omega fyri ein vælvirkandi búskap. Tí kunnu vørurnar ikki flytast, ber nærum onki til.

Sama árið verður tjóðin USA fødd, og hon leggur seg í sera stóran mun upp at revolutionerandi hugsanunum hjá Smith. Gjøgnum stórar partar av 19. øld verður jarnbreyt løgd tvørtur um amerikanska meginlandið og seinni út í allar krókar av nýggju tjóðini. Og minni enn eina øld seinni hava vit fyrsta burðardygga heimsveldið, ið virkar uttan at dríva rovdrift í sínum hjálondum. Tí USA er eitt samveldi, har allir statirnir eru líkaverdugir partar.

Hvat viðkemur hetta so okkum í Føroyum ella Eysturoynni?, spyr onkur nú. Gamaní fara Føroyar ongantíð at gerast nakað heimsveldi. Men ein búskaparliga sterk tjóð? So avgjørt! Menningin hevur verið øgilig seinastu øldina, har vit eru farin frá konservativum útsagnum so sum “Vit fáa ongantíð vegir í Føroyum” fyrst í 20. øld og til at hava fleiri tunlar enn oyggjar.

Onkur vil kanska siga, at vegir og tunlar eru hørð virði. Tað er satt, men tað ger tað sanniliga eisini møguligt fyri bleytu virðini at virka. Hvat nyttar eitt fult útgjørt sjúkrahús, til dømis, um tað ikki er gjørligt at koma skjótt og trygt til og frá? Hvussu nógv gagn ger ein skúli, um allir næmingarnir hava torført við at koma fram til hann? Nakað, ja, men nógv minni enn hann kundi. Samferðslukervið hevur alt at siga fyri at fáa optimalt burtur úr bleytu virðunum. Tí tá fáa vit alt landið við.

Leygardagin 30. apríl fagna vit einari av teimum størstu og bestu íløgunum í føroyska samfelagið. Norðoyatunlinum, sum hevur bundið tey bæði sterkastu vinnulívsøkini í landinum saman. Nú er ómakaleyst fyri norðoyingar at gagnnýta Eysturoynna og eysturoyingar at gagnnýta Norðoyggjar. Umframt eyðsýndu vinnuligu fyrimunirnar er nú stutt hjá eysturoyingum til eitt nú eitt vælvirkandi sjúkrahús. Miðnámsnæmingar úr báðum økjunum hava stytt ferðatíðina niður í ein triðing og fingið útruddað allar avlýsingar og seinkingar, ið vit so væl minnast frá ferjusambandinum. Dømini eru óteljandi, so tey lata vit liggja vegna plásstrot.

Nú Norðoyatunnilin fyllir sekstan ár, eru vit hvørki vertur ella gestir hjá hvørjum øðrum. Talan verður um Opið Hús, ella Opnan Tunnil, har vit føroyingar frítt fara undir Leirvíksfjørð at koma hvørjum øðrum við og at njóta samanhaldið, tilboðini og tiltøkini hvør hjá øðrum.

Góðan tunnilsdag, øll somul!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…